Oddagrein· Gluggaglæma

Tað var ein sera spennandi og hugvekjandi framsýning, sum varð hildin i Mullers. Henda framsýning er eitt sera gott dømi um tað hugflog og teir møguleikar, ið finnast í føroyskum heimavirki og í føroyskum listahandverki. Her er ikki talan bert um eina valiga framsýing, men um eina lutvíst arbeiðandi framsýning. Her bar til at síggja, hvussu listaverkini og lutirnir verða til. Hetta er eitt frálíkt hugskot og vinnur framsýningin nógv við júst hesum formi.

Framsýningin nevndist Gluggaglæma og her var alt, sum hugsast kann av handverki og listahandverki: ull og tøting, skinn og roð, vevnaður, binding og sniðgeving. Her kundi tann vitjandi eisini fáa kunnkeika til gamalt føroyskt handverk sum knívasmíð og bátasmíð. Eisini nýggjari listahandverksgreinir so sum grótlist vóru við. Eisini sýningar við føroyskari mótalist og tónleikaundirhald av ymsum slagi.

Tað er einki at ivast í, at stórir møguleikar eru í hesum øki. Hetta er eitt øki, sum tekur støði í gamlari føroyskari handligari mentan eins væl og nýggjum íblástri uttaneftir. Her er samstundis talan um eitt øki, ið ikki tykist vera eins høgt raðfest og vanlig list eitt nú tónleikur og myndlist. Økið er undir Vinnumálaráðnum og vit vilja fegin mæla Vinnumálaráðnum til at stuðla hesum øki av øllum alvi. Skulu vit í Føroyum tala um mentanarturismu, so eru listahandverk og føroyskt heimavirki fortreytir fyri, at henda vinna kann mennast í framtíðini. Fyrireikararnir kunnu vera nøgdir við ta stóru undirtøkuna. Og vóna vit, at stigtakarar og luttakarar halda fram á somu stevnu. Vit gleða okkum til næstu ferð høvið verður at vitja líknandi tiltak í Müllers pakkhúsi ella aðrastaðni í landinum.

Sosialurin