Oddagrein: Glottar í røðu

Tað má uttan víðari ásannast, at løgmansrøðan, sum vit generelt viðgjørdu í gjár, hóast hon í støðum er lítið ítøkilig, eisini fevnir um áhugaverdar partar og sera týdningarmikil hugskot.

 

Ætlan samgongunnar er, at stórur partur av hækkaða íløgukarminum skal gagnnýtast á slíkan hátt, at eisini annar íløgupeningur fæst til vega. Hetta er eins skilagott og tað er sjálvsagt. Víst verður til tær mongu verkætlanir innan mentan og ítrótt, sum í áravís hava ligið á tekniborðunum ella á almennum skrivstovum og bíða eftir politiskum avgerðum og játtanum. Her er mangt í at velja: mentanarstovnarnir hava flestallir út av lagi vánaligar hølisumstøður. Verst fyri eru uttan iva mentanarsøvnini, har okkara ómissandi mentanararvur fúnar ella er væl og virðiliga fjaldur burtur fyri eygum almenningsins. Arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum eru hareftir.

 

Landsstýrið eigur tí at nýta høvi til eitt nú at byggja felags hús til Fornminnissavnið, Landsskjalasavnið og Landsbókasavnið. Vit kunnu eisini nevna Tjóðpallin, sum er húsvillur og bert takkað verið vælvild frá Tórshavnar býráði ikki liggur úti á berajóli. Tann viðferð, sum landsmyndugleikarnir geva hesum mentanarstovnum er einki minni enn landaskomm, sum nú kann bøtast. Hesar uppgávur kunnu ivaleyst verða loystar í tøttum samstarvi við Tórshavnar býráð, sum á flestøllum økjum, ikki minst mentanarøkinum, er ljósár frammanfyri landsstýrið. Í hesum viðfeingi kann verða hóskandi at minna á nýggja kringvarpshúsið, sum ABC 1 lovaði Føroya fólki. Hetta lyftið, sum varð givið við fimtiára hald Kringvarpsins eigur at verða hildið, samstundis sum hesin mentanarstovnur eigur at verða skipaður sum ein veruligur public service stovnur, so orkan verður nýtt til annað og betri enn at kappast við privatu miðlarnar um lýsingamarkanðin.

 

Tað er rætt og gott, at samgongan ætlar at lanta landið byggja ítróttahøll á Sandoynni. Hetta mál kann valla loysast á annan hátt, men sjálvsagt eiga kommunurnar at vera við m.a. til at tryggja raksturin. Ein ítróttahøll fer at hava stóran týdning fyri trivnaðin á í Sandoynni og fer at gera sít til, at fólkið trívist og støðast. Um lokal mentanarhús og um ítróttarverkætlanir, sum løgmaður eisini hevur í huga, er bert alt gott at siga og her eigur at verða farið til verka sum skjótast og at gera hetta í samstarvi við kommunurnar. Tað er tó eingin orsøk til at byggja ungdóms- og bygdahús á hvørjum tanga. Sum undirstøðukervið hevur ment seg, er nóg mikið við fáum men góðum húsum, ið skulu kunna nýtast til øll endamál innan mentan og ítrótt. Í hesum sama høpi eigur landsstadion at verða projekterað og byggt, soleiðis, at vit kunnu hýsa Oyggjaleikunum og stórum altjóða tiltøkum.

 

Vit hava her víst á nakrar glottar og tikið fram nøkur brot, sum snúgva seg um sera aktuel mál, har vit halda løgmann hava havt heppna hond. Aðrir glottar eru, meðan tað sama ikki kann sigast um uppaftur aðrar partar av røðuni, sum vit venda aftur til í næstum.

Sosialurin