ODDAGREIN: Gevið okkum fair kapping

Við 13 atkvøðum ímóti og sjey fyri feldi Løgtingið í gjár upp­skot­ið hjá Tjóð­veld­i­num og Javn­að­ar­flokk­i­num um at krevja inn kring­varps­gjald­ið um­veg­is skatt­in.

Um­framt at stab­i­lis­era inn­tøk­u­grund­ar­lag­ið hjá Kring­varpi Før­oya, so hevði upp­skot­ið eis­ini til end­a­máls at taka burt­ur lýs­ing­ar­nar úr Kring­varp­i­num so­leið­is, at priv­atu miðl­ar­nir kundu hava hesa inn­tøk­u­keldu í friði.

Øll eru uttan iva samd um, at Kring­varp­ið eig­ur at hava eitt trygt inn­tøk­u­grund­ar­lag. Hvussu stór inn­tøk­an skal vera, eru vit ikki samd um. Og hvussu peng­ar­nir skulu krevj­ast inn, eru vit held­ur ikki samd um. Tað er tí ein pol­it­isk­ur spurn­ing­ur­in at gera av, um kring­varps­gjald­ið skal krevj­ast inn so ella so, og tað er eis­ini ein pol­it­isk­ur spurn­in­g­ur, hvussu nógvar peng­ar vit halda, at vit skulu brúka upp á eitt al­ment public service kring­varp.

Men tað átti ikki at vera ein pol­it­isk­ur spurn­in­g­ur at gjørt av, at kapp­ingin mill­um pri­v­atu miðl­ar­nar og eitt al­ment skatta­fíggj­að pub­lic ser­vice kring­varp eig­ur at vera fair. Tað eig­ur at vera ein kapp­ing á jøvn­um føti. Men tað er tað ikki. Um­framt at krevja skatt frá fólki, so kapp­ast Kring­varp Før­oya um somu lýs­ing­ar, sum priv­atu miðl­ar­nir liva av.

Hetta er dundr­andi ó­rætt­víst. Men tað er ikki Kring­­varp­ið, sum hev­ur skuld­ina av hes­um. Tað er pol­it­iska at­gerð­ar­loys­ið, sum er or­søk­in. Av tí at pol­it­ik­ar­ar­nir ikki hava havt rygg til at tryggjað Kring­varp­ið fíggj­ar­liga, so hava teir lat­ið stað­ið til og lat­ið stovn­in fíggj­að ein part av sín­um virk­semi við lýs­ing­a­inn­tøk­um. At hetta er ein skrúva utt­an enda sæst á send­i­flat­uni hjá Kring­varp­­inum, sum nú er gjøgn­um­seyr­að við komm­ers­i­ell­um á­huga­mál­um. Kring­varp­ið pro­sti­tu­er­ar seg fyri hand­ils­lívi­num – og tað tyk­ist sum um, at pol­i­tik­ar­ar­nir halda hetta vera í ord­an. Men tað er tað ikki.

Eitt er, at Kringvarpið og pol­it­iska skip­an­in á henda hátt und­ir­grava trú­virð­ið hjá Kring­varpi Før­oya. Ann­að er, at tey som­u­leið­is taka inn­tøk­ur frá priv­atu miðl­u­num.

Vit biðja ikki um stuðul ella um al­manna­hjálp. Vit biðja bara um frið. Um frið at reka okk­ara vin­n­u­liga virks­emi utt­an pol­it­iska upp­í­bland­ing.

Vit seta okk­ara vón til, at Bjørn­in í Menta­mál­a­ráð­num vaknar og fær skil á fígg­ing­ini av Kring­varp­­i­num utt­an at oyð­i­leggja inn­tøku­grund­ar­lag­ið hjá okkum.