ODDAGREIN: Gerhard ella flokkurin

Ymiskt er, sum seinastu dagarnar bendir á, at politiskt stórvask er á veg í Javnaðarflokkinum – serliga eftir seinastu útmeldingina frá Ger­hardi Lognberg um, at hann fer at ganga beint ímóti floks­for­mann­i­num og at­kvøða við sam­gong­uni um, at Skála­fjarð­ar­tunn­il­in skal gerast í einum privatum fel­ag, hóast tað fer at kosta teimum koyr­andi hundrað – fyri ikki at siga tús­und­tals – milliónir eyka.

Grundgevingin hjá sand­oy­ar­ting­mann­i­num er púra greið: Hann skal hava ein tunnil til Sandoynna. Og so kann tað gera akkurát tað sama, hvat tað kostar. Hann er fyrst og fremst tingmaður fyri Sand­oynna, meðan flokstilknýtið kem­ur í aðru røð.

Fyri nøkrum árum síðani fóru nýgg­ir vindar at blæsa í føroyskum pol­itikki. Meðan tað fyrr vóru fólk í flokk­­unum, sum í felag stríddust fyri fel­ags hugsjón, so hava vit fing­ið pol­i­tik­arar, sum ofta bara hava á­huga fyri, at tað gongur teim­um sjálv­um persónliga væl. Sjálv­pro­f­il­er­ing­in, sum ikki var kend á til dø­m­is valplakatum fyri aldaskiftið, er full­komi­liga farin yvir gevind. Og síð­ani Føroyar gjørdust eitt valdømi er tað bara blivið verri.

Bara tað at fólk í Løgtinginum grína eftir, at Javnaðarflokkurin fór eft­ir ein­um nevnd­ar­limi í Sandoyar sýslu Sam­bandsfelag, fyri at fáa ting­mann­in í oynni aftur, sigur sítt. Flokk­arnir eru við til at upploysa seg sjálvar, tá tað eru persónarnir, sum fylla meira enn flokkurin og hug­sjón­irn­­ar.

Og tað má koma til skarp­sker­ing­ar nú. Aksel V. Johannesen kann ikki liva við, at Gerhard Log­n­berg atkvøður saman við sam­gong­uni og harvið bjargar sam­gonguni. Tað sigur seg sjálvt, at einum so stórum misáliti kann ein floks­formaður ikki liva við. Og tað kann Javn­að­ar­flokk­ur­in heldur ikki.
At yppa øksl og siga, at hatta er Ger­hard, tað gongur ikki. Trýr Ger­hard meira upp á ein Sand­oy­ar­tunnil frá Kaj Leo enn frá sínum egna flokki, so er Gerhard Lognberg í skeiv­um flokki.

Og trýr Javnaðarflokkurin, at velj­ar­in kann liva við – at flokkurin kanska kann liva við slíkum hug­sjón­ar­leys­um politikki, so má hann trúgva um­aftur.

Tveir møguleikar eru: Aksel V. Jo­hannesen setur Gerhardi stólin fyri hurð­ina og krevur, at hann at­kvøð­ur við flokkinum, ella at Ger­hard Lognberg fer.

At koyra víðari aftan á eitt so stórt misálit, sum Gerhard Logn­berg leggur upp til, tað er tað sama sum at avtaka flokkin. Eingin kann hava álit á einum slíkum flokki – og tað er beinleiðis vandamikið at sleppa slíkum flokkum at valdinum.