Meira enn 3000 fólk vórðu tikin av døgum ella hvurvu uttan lóg og dóm. Sum tíðin hevur gingið eftir, at Pinochet meira ella minni fríviljaður fór frá sum forseti, eru alt fleiri ræðuleikar komnir undan kavi. Tað síðsta nýggja er, at Pinochet hevur stolið stórar peningaupphæddir úr chiliska landskassanum og krógvað tær í amerikanskum bankum. Sostatt er myndin av tí harðrenda og korrupta einaræðisharranum fullkomin, nú hann andaðist nítieitt ára gamal. Hóast Pinochet fór frá sum forseti fyri fleiri árum síðan, er ongantíð gjørt upp við tíðarskeið hansara. Hartil var hann ov sterkur, og ber hetta nú fyrst til. Lagnunnar speisemi doyði Pinochet á altjóða mannarættindadegnum. Spurdur um hví hann ikki virdi mannarættindini segði hann nógv ár herfyri, at mannarættindi var ein kommunistisk uppfinning.
Pinochet tók ræðið í 1973 við hjálp frá hermegini. Forsetaborgin La Moneda, har demokratiskt valdi forsetin, Salvadore Allende, helt til, varð bumbað. Maðurin, ið stóð á odda fyri hesi skemdargerð, Pinochet, var stutt frammanundan tilnevndur herovasti av forsetanum fyri, at hesin, Pinochet, skuldi verja fólkaræðið, ið var komið í vanda. Men Pinochet var bert tann, sum førdi knívin. Leikstjórarnir aftan fyri sótu langt burtur frá Chili og stjórnaðu sorgarleikinum. Uttan eggjan og stuðul frá Nixon og Kissinger hevði statskvettið heilt einfalt ikki kunnað verið framt. Tann sosialistiski politikkurin hjá Allende hóvaði ikki amerisku stórfyritøkunum, ið alla øldina høvdu ríkað seg upp av náttúrutilfeingi Chilis.
Kvettið í Chile i 1973 var ein skelkur fyri demokratiska heimin og ein álvarsom læra og avdúkaði, at tað konservativa USA kennir einki mark, tá tað ræður um at tryggja áhugamálunum hjá multinationalu fyritøkunum. Einaræði Pinochets fekk eisini stuðul frá demokratisku stjórnini í Bretlandi, har Margareth Thatcher stuðlaði diktaturinum av fullum huga. Eisini framstandandi politikari í Føroyum stuðlaði Pinochet. Hetta kann vera torført at skilja í dag. Men hetta hevði nakað at gera við hatrið til sosialismuna. Pinochet varð av mongum uppfataður sum verjugarður móti sosialismu og kommunismu. Tískil gjørdist tað mestsum legalt at stuðla honum. Hetta hevði valla kunnað hent í dag,
Sosialurin