Oddagrein· Í gapustokki

Tað man vera breið semja um, at Hans Pauli Strøm hevur verið ein íðin og dugnaligur landsstýrismaður, ið hevur havt ábyrgdina av sera tungum málsøkjum. Hann er nú noyddur at leggja frá sær m.a. sum fylgja av einum alt meira baldrutum politiskum veðurlagi. Tað er eingin, sum kundi so mikið sum funnið uppá at skuldsett Hans Paula fyri at hava misrøkt sítt starv ella við vilja at hava brotið nakra lóggávu ella roynt at fáa persónligar ella politiskar fyrimunir av sínum starvi.

Málið um Hans Paula er eins áhugavert, og tað er syrgiligt. Tað sigur søguna um eina politiska skipan, sum sigur seg vilja eitt og so ger eitt annað. Almanna- og heilsugeirarnir eru dýrir í rakstri, og útreiðslurnar eru støðugt vaksandi, men allir flokkar vilja hava sama vælferðarstøði sum grannalondini. Vit skulu eisini hava atgongd til bestu viðgerðir úti sum heima. Eingin politikari vil ella torir tíbetur at nokta føroyskum sjúklingum bestu viðgerðarmøguleikar og soleiðis eru vit komin inn í eina tilgongd, sum krevur størri upphæddir.

 

Stóri trupulleikin er ikki meirnýtsla á almanna- og heilsuøkinum. Stóri trupulleikin er, at tað er ikki samanhang millum tað tingflokkar lova, og tað teir gera. Allir flokkar lova meira vælferð og betri tænastur. Men tá tað kemur til skarpskeringar, verður raðfest soleiðis, at almanna- og heilsuøkið, útbúgving, gransking og mentan, tey bleytu økini verða við sviðið soð. Tá so hartil kemur, at vit hava eitt skattahámark, sum avmarkar møguleikarnar fyri øktum inntøkum til landskassan, so eru samstundis møguleikarnir fyri at uppihalda vælferðini avmarkaðir.

 

So koma andsagnirnar: Gud náði tann almanna- og heilsumálaráðharra, sum dittar sær at lækka tænastu- og veitingarstøðið. So melur absurdi leikurin í ring – vit krevja sjálvsagt eitt høgt almanna- og heilsustøði, men Løgtingið vil ikki gjalda tað, ið hetta kostar. Hinvegin signalerar løgtingið klárt, at støðið skal haldast so ella so, eisini um hetta merkir meirnýtslu og so er landsstýrismaðurin í trunkusmelluni í somu løtu, sum ein andstøðuflokkur vil brúka hetta ímóti honum. Løgtingið hevur, sum ein fyrrverandi løgmaður longu hevur víst á her í blaðnum, de facto viðurkent meirnýtsluna, sum fyri alt tað í stóran mun er lógarbundin. Eingin tingflokkur hevur dirvið at mæla til lógarbroytingar, sum lækka tænastustøðið á almanna- og heilsuøkinum, men tað er heldur eingin, sum hevur dirvi til at útvega tær neyðturviligu inntøkurnar, les hækka skattir og avgjøld fyri ikki at tala um at nema við blokkspurningin, og tí hava vit hesa óndu ringrás. Henda ringrás er sostatt eitt dømi um trótandi politiskt dirvi, um ábyrgdarloysi og um vanvirðing fyri egnum lyftum. Ein stórur meiriluti á løgtingi hevur glaðbeintur lækkað blokkin, men sami meiriluti hevur ikki politiskt dirvi at tryggja, at lækkingin verður dekkað innaftur tvs. dagføra skattalóggávuna og reka ein vinnufremjandi politikk, ið skapar øktar inntøkur. Sostatt er tað ikki bert Hans Pauli, sum situr í gapistokkinum - har situr øll politiska skipanin.

Sosialurin