Spurningurin er, um hetta er fair. Er tað ikki heldur so, at stovninum ikki verður játtað tað, ið honum tørvar til tess at geva okkum tær bestu tænastur? Tað eru politikararnir, ið eru veruligu syndararnir. Teir venda rætt og slætt blinda eygað til veruleikan. Og hann er, at eingin torir taka uppá tungu, at vit hava trý sjúkrahús til 48.000 íbúgvar, og tá hesi skulu útbyggjast sohvørt og ein dýrur rakstur skal fíggjast, so setir tað ov stór krøv til okkara fíggjarligu orku. Tað ger, at peningurin, ið annars kundi farið til at røkt og ment eitt høvuðssjúkrahús verður býttur millum trý sjúkrahús. Hvat samfelag við minni enn 50.000 íbúgvum og sum entá vil standa á egnum beinum við avmarkaðum tilfeingi kann loyva sær at halda fram við at reka og byggja út trý sjúkrahús – samtíðis sum sama samfelag ger milliarda íløgur í vegir, tunnlar og skip fyri nettupp at gera tað skjótari og lættari at koma til viðgerðarstovnar so sum LS? Her hongur sum vant ikki saman hjá politikkarunum.? ?
Tað áliggur okkara politikarum ein ábyrgd at húsast við teimum pengum, sum eru til taks. Tvs. ikki at lata avmarkaða peningatilfeingið fara til dupultfunktiónir og harvið forða fyri, at nakað virkar optimalt. Kjakið um LS er eitt talandi dømi um ábyrgdarloysi hjá okkara politisku skipan. Eingin torir at nerta við spurningin, hvussu vit skilabest menna og reka okkara framtíðar sjúkrahúsverk við einum vælvirkandi høvuðssjúkrahúsi. Ístaðin fyri at seta hol á kjakið, hvussu vit fáa eitt vælvirkandi LS og hvussu vit so brúka og menna hini sjúkrahúsini til tað framtíðin loyvir, eitt nú geva teimum funktiónir, ið ikki krevja kostnaðarmikla sjúkrahúsviðgerð og rakstur, so brúka politikarnir orkuna til at jarða LS, tí tað í veruleikanum hevur eina ómøguliga uppgávu – at skula virka sum meginsjúkrahús uttan neyðturviligu játtaninar.
Sosialurin