ODDAGREIN: Gamli risin er fallin

So hendi tað, sum eingin hevði rokn­að við, at Dimmalætting fór í søg­una. Hesin risin í før­oysk­ari blað­søgu og miðl­as­øgu, sum var so nógv størri og nógv sterkari enn øll hini bløð­ini. Blaðið sum í væl­makts­tíð­ini hjá Sam­u­el­sen-fam­ilj­uni – serliga hjá Ge­org Lind­­en­­skov Sam­u­el­sen – var nógv størri og nógv sterk­ari enn øll hini bløðini Føroyum til­sam­ans.

Men gongdin seinastu árini hev­ur ver­ið eyðsýnd. Gomlu eig­ar­ar­nir hava ikki til­­lagað seg broytt­ar um­støður – og bein­­leið­is skeiv­ar av­gerð­ir, sum áttu at fing­ið av­­leið­ing fyri nevnd og leiðslu fyri fleiri árum síðani førdu til, at gomlu eig­ar­ar­nir mistu alt, tá felagið misti all­an parta­pen­ingin, sum fá ár framm­an­und­an kundi verið seldur fyri í minsta lagi hálvt­hundr­að milliónir krón­ur. Nýggi eigarin gjørdi ongar munagóðar broyt­ing­ar, men helt fram í sama spori, og tí bar ikki til at sleppa undan húsaganginum.

Tað sigst, at tað var V. U. Hamm­ers­­haimb sum á stovnandi fundi í 1877 skjeyt upp, at nýggja blað­ið Amts­tid­en­de for Færøerne, skuldi hava vakra hjánavnið Dimma­lætt­ing – tí at fáa ein miðil, um enn tað varð ein mið­il, sum vardi tað danska og strídd­ist ímóti tí føroyska, so var tað ein fólkaræðisligur sigur og eitt fram­stig so stórt, at samtíðin í dag hev­ur ilt við at fata tað.

Vit hava so mangan á hesum stað víst á ta stóru kappingaravlaging, sum privatu miðlarnir hava, tí at pol­it­ik­ar­ar ikki hava rygg til at geva al­menna kring­varp­inum søm­u­lig­ar um­støð­ur, soleiðis at almenna skatta­fíggjaða public servicevarpið kundi sloppið undan at stríðst fyri lív­i­num við at brúka al­menn­ar peng­ar til at kvala privatu miðl­ar­nar.

Men tað er ikki trupulleikin í sam­bandi við Dimmalætting. Før­oya – í nógv ár – fremsti miðil er far­in á hús­a­gang vegna eina røð av skei­v­um leiðsluavgerðum. Tey siga sjálvi, at tann fyrsta skeiva avgerðin var uppkeyp av tveimum bløð­um, sum øll í vinnuni áttu at vit­að ikki kundu halda fram. Fyri tað næsta hevur leiðslan ikki til­lagað útgávutíttleikan eins og at ums­tilla seg til talgildar miðlar.

At tað hevur kostað 50 milliónir krón­ur meira at givið Dimmalætting út enn Sosialin seinastu fáu árini er kanska nóg góð frágreðing.

Vit vóna, at Dimmalætting kann end­ur­reis­ast. Men tað má verða á ein­um burð­ar­dygg­um grund­ar­­lag.