ODDAGREIN: Góðu argumentini fyri grind

Í hesum døgum er mikil grinda­á­gang­ur við teldupostum á redak­tión­ina her í húsinum í sambandi við grind­a­dráp. Vit síggja á Face­book, at Pete Bet­h­une úr New Zea­landi er á veg hend­an veg­in, eins og Sea Shep­hard fel­ags­skap­ur­in, at steðga grinda­dráp­i­num ein­a­ferð med alla.

At løgreglan sendir átta salatføt hig­ar kann væl sakt­ans ikki tulk­ast øðr­vísi enn, at tey vænta stríð. Eitt flog­far við donsk­um løg­reglu­fólki kunnu tey al­tíð senda hend­a­v­eg­in í eini handa­vend – og tað sigur okk­um, at onk­ur fyr­i­reik­ar seg upp á harð­ari stríð enn nakr­antíð um grind­a­dráp.

Mest sum til stuttleika hava vit svar­að nøkr­um av teldu­post­u­num – flestu koma úr Týsklandi. Vit hava greitt eitt sind­ur frá um grinda­dráp – og at vit í Før­oyum í veru­leik­a­num góv­ust við at drepa fólk í 1706, tá skæl­ings­syskt­ini sum tey síðstu vórðu háls­høgd. Og so er so lætt at venda skjútsinum.
Sjálvandi er tað eingin undan­førsla fyri, at vit skulu fram­hald­andi sleppa at drepa grind. Men tað set­ur kort­ini ting­ini í per­spek­tiv, tí tað hev­ur nak­að við tað at gera, um egg­ið skal læra hønuna, ella øvugt.

Men her duga vit altso ov illa. Og ser­liga er tað lands­stýr­ið, Løg­mans­skriv­stov­an ella Uttan­rík­is­ráð­ið, sum átti at fylt okk­um øll við argu­mentum. Tað er ein veruleiki, at tað eru fá­ir før­oy­ing­ar, sum eru før­ir fyri at svara ev­rop­u­num aft­ur – og ser­liga at skula argu­ment­era á týsk­um ella ensk­um, fyri ikki at tala um á fronskum.

Hví kann landsstýrið ikki læra av hes­um so­kall­aðu um­hvørv­is­fel­ags­skap­u­num, sum tá alt kem­ur til alt í fleiri før­um eru fel­ags­skap­ir, har ein­stak­ling­ar hugna sær fyri onkr­an ríka­mans peng­ar. Sum eitt nú Paul Wat­son ella Pete Bet­hune – ið við at nassa upp á sjálv­há­tíð­ar­lig­ar sjón­leik­ar­ar – rík­menn og -kvinnu kunnu fíggja sær eitt spenn­andi marg­læt­is­lív á sjó­num – sum nú­tíð­ar­inn­ar sjó­­r­æ­n­ar­ar við øv­ugt­um for­tekni, sum ein ann­ar Ro­b­in Hood.

Slíkt er langt úti. Men heilt víst er tað, at nakrir føroyskir grinda­for­menn og grind­a­menn for­máa sær lít­ið, tá tað kem­ur til skarp­skering­ar. So um sýslu­menn bara lata standa til – og ikki fyr­i­reika seg upp á ein steðg við grinda­dráp­um, um hesi fólkini koma, so býður ikki bøtur.
Men harra løgmaður! Tú hevur evsta valdið. Fóðra tú landsins í­búgv­ar við góð­um argu­ment­um á yms­um mál­um – og tað alt fyri eitt! Legg tað á www.tinganes.fo – og lat­ið so okk­um øll spreiða tað á Facebook og øðrum sosialum miðl­um.

Um 40.000 føroyingar senda 50 teldu­post­ar, so náa vit 2.000.000 mill­i­ónum ev­rop­er­arum. Tá tal­ið av grinda­fan­at­ik­ar­unum utt­an iva kort­ini er av­mark­að, so hevði tað gjørt góðan mun.