Báðir partar eiga at endurskoða sín samráðingarteknikk og eiga harafturat at meta um, um fólkini, ið leiða samráðingarnar yvirhøvur duga at samráðast. Kanska onkur gerst firtin av hesum orðum, men borgarin sær so einki prógv fyri samráðingarsnildi.
Var tað ikki eisini uppá sítt pláss, at semingsmenninir stungu í sekkin, tá teir nú hava givið skarvin yvir?
Kann Føroya Landstýri tilláta sær at sita og hyggja at, meðan eitt nú ferðavinnan, ið er ein av nýggju vinnunum í Føroyum, svíður? Kann Føroya Landstýri tilláta sær bert at hyggja at, meðan føroyska ryktið verður til einkis uttanfyri landoddarnar?
Gamaní eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, ið fyrst og fremst eiga ábyrgdina av syndarligu støðuni, men Føroya Landstýri kann ikki siga seg frítt fyri at hava lagt grundina til støðuna við sínum politikki. Undir øllum umstøðum eigur Føroya Landstýri trupulleikan nú, eftirsum Semingsstovnurin ikki riggar, og partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki tosa saman.
Løgmaður átti at givið pørtunum á arbeiðsmarknaðinum ein uppsang fyri at ganga og søpla tíðina burtur í vikuvís uttan konstruktivar samráðingar. Harnæst eigur løgmaður at geva Fíggjarmálaráðharranum boð um at virða SEV sáttmálan, tí ein undirskrivað avtala er ein avtala. At SEV so ikki hevði sítt hús í ordan, tá teir undirskrivaðu við Maskinmeistarafelagið, er harmiligt og eigur at fáa avleiðingar. Tó er hetta ein spurningur millum SEV og Fíggjarmálastýrið og hevur einki við Maskinmeistarafelagið at gera, ið hevur undirskrivað ein nýggjan lønarsáttmála í góðari trúgv. Løgmaður má síðani fáa Bjarna Djurholm til at endurskoða semingstovnin.
Síðst men ikki minst eigur Føroya Landstýri at leggja uppskot fyri Tingið um at landið eins og fyrr betalir fyrsta sjúkradag. Hetta ynskja báðir partar á arbeiðsmarknaðinum, og óivað hevði hetta gjørt, at arbeiðsgevarnir høvdu havt ráð at gingið krøvunum um fýra krónur um tíman pluss eitt hálvt prosent afturat í eftirløn á møti. Soleiðis høvdu øll kunnað verið glað, uttan sjálvandi Fíggjarmálaráðharrin, ið hevði verið noyddur at funnið 8 til 10 milliónir á Fíggjarlógini. Hetta kundi hóskandi verið spart í almennari umsiting, har 8 millónir eru smápengar.










