Ársins kvinna, Ella Müller, hevur gjørt eitt megnar arbeiði til tess at tryggja tey ungu móti at koma í óføri um næturnar. Hon arbeiðir við Náttaravnunum og hevur lagt sera nógva orku í hetta arbeiði. Tað er gott og jaligt, at einstaklingar taka ábyrgd av okkara ungu og eiga hesi fólk at verða bakkað upp av foreldrum, myndugkeikum og fjølmiðlum.
Ársins maður er Birgir Enni, og honum nýtist onga nærri presentatión – allir føroyingar kenna hann. Sum ungur var hann ítróttarhetja, svam um Suðuroyarfjørð og undangongumaður innan kavarayrkið. Sum tilkomin hevur hann lagt hjarta, orku og sál í sítt arbeiði við Norðlýsinum. Hetta er ikki bert ein vinna, men eitt støðugt og valla serstakliga vællønt arbeiði at kunna føroyingar og útlendingar um okkara vøkru náttúru. Tey, sum hava verið ein ógloymandi túr undir Hestoynni ella Nólsoynni við Birgiri, vera broytt fyri lívið. Sum kokkur er hann úrmælingur,sum hevur lært okkum at eta annað enn tosk, seið og hýsu úr sjónum. Hartil er Birgir ein framúr sjarmerandi og livandi maður, ið hugtekur øll, sum læra hann at kenna. Eitt gott val.
Amnesty hevur í hálva øld virkað til frama fyri samvitskufangar víða hvar um knøttin.
Amnesty hevur stimbrað eitt sakligt og viðkomandi alment orðaskifti í samfelagnum og á tann hátt gjørtt sítt til at styrkja fólkaræðið og framsøgufrælsið. Amnesty Interntational, Føroya Deild hevur sett fokus á stórar og týðandi spurningar, serstakliga við atliti at grundleggjandi altjóða mannarættindaspurningum so sum kríggj og frið, deyðarevsing, loftvegis fangaflutning til lond, sum loya avhoyring við pínslu, fangalegur og tilvildarliga revsing uttan lóg og dóm víða um heimin. Eisini hevur Amnesty International, Føroya Deild alment á sakligan hátt tikið til umrøðu stórar og sera álvarsamar samfelagsspurningar her í Føroyum og við hesum birt upp undir orðaskiftið, ið er ein sera týðandi fortreyt fyri nútímans fólkaræði. Samantikið tríggjar sera góðar og viðkomandi avgerðir. Vit hava øll, ung sum eldri, brúk fyri góðum fyrimyndum. Vit ivast ikki í, at hesi trý: Ella, Birgir og Amnesty fara at virka sum góðar fyrimyndir í framtíðini.
Sosialurin