Sostatt savnar ólavsøkan flestu av okkum til gaman og álvara. Her eru ítróttartiltøk og mentanarlig tiltøk av ymsum slag. Mong eru í tjóðarbúnað og setir tað sín heilt serstaka dám á tjóðarhátíðina. Vit eiga ikki at undirmeta týdningin ólavsøkan hevur fyri tað menniskjansliga sambandið. Hetta at tú hittir gamlar vinir og kenningar, sum tú ikki hevur sæð í mong mong ár. At dyr standa opnar og tú kanst støkka inn á gólvið er so eisini eitt av teimum góðu eyðkennunum við ólavsøkuni. Gestablídni er í hásæti og tú kennir teg vælkomnan alla staðni. Tað er líkasum ólavsøkan umframt at minna okkum á okkara felags samleika eisini fær fram gleðina og tað góða í okkum øllum.
Tað er tí ikki ov nógv sagt, at ólavsøkan er við til at byggja brýr millum føroyingar flestar. Fíggindaskapur og vónloysi eru bráddliga horvin. Tolsemi, virðing og vinskapur standa harafturímóti ovast á breddanum.
Miðlahúsið í Vágsbotni ynskir eisini at vera við til at fylla út hesar góður karmar, sum ólavsøkan gevur okkum. Vit hava tí gjørt av at hava opið hús, har vit borðreiða við framsýning, filmsfyrivísan og konsertum av ymsum slag. í sama viðfangi hava føroyingar møguleika at síggja hetta góða gamla og søguliga hús, sum hýsir ikki bert einum blað og øðrum miðlum men eisini er vælegnað til alskyns tiltøk gjøgnum alt árið.
Vit fara við hesum at ynskja øllum eina góða ólavsøku og minna á, at tit eru vælkomin at støkka inn á gólvið í Tórsgøtu 1 ólavsøkudagarnar at hoyra góðan tónleik, síggja skemitekningar og bretskan film, sum var tikin upp í Føroyum í 1968.
Sosialurin