Oddagrein·Fullveldi og vælferð

Í sendingini Sostatt mikukvøldið gjørdi ein lurtari vart við vandan fyri vælferðini, nú fylgjurnar av fullveldistilgongdini av álvara gerast sjónligar. Landsstýrismaðurin í heilsu- og familjumálum vissaði lurtaran um, at eingin vandi var á ferð í so máta. Ein hevði støðugt havt í huga, at fullveldistilgongdin á ongan hátt skuldi nerav vælferð føroyinga

Men sendingin sum heild prógvaði tað mótsetta! Hóast allar møguligar sjóforkláringar, so kundi landsstýrismaðuirn ikki burturforklára tann beiska veruleika, at orsøkin til alla neyðina við at senda sjúklingar á Ríkisskjúkrahúsið stavar frá troti á gjaldføri. Í blaðnum her í gjár greiddi ein fyrrvernadi gjaldstovustjóri væl frá, at hetta trot júst stavar frá tí nógv minkaða blokkinum. Blokkurin var ætlaður til at rinda m.a. fyri viðgerð av føroyskum sjúklingum á Ríkisskjúkrahúsinum! Men nú eru farnar 366 milliónir út úr almenna gjaldførinum orsakað av blokkniðurskurðinum. Hartil eru komnar nýggjar útreiðslur av yvirtøkum m.a. skipaeftirliti o.ø. Tað næsta verður fólkakirkjan. Uttan mun til, hvat landsstýrismenn siga, so er veruleikin tann, at minni almennur peningur er til vælferð! Vit síggja tað svart uppá hvítt hvønn dag. Hví vóru annars settar 20 milliónir minni á fíggjarlógina í ár enn viðgerðin kostar? Jú, fyri at venja borgarar og samfelag til, at vit fáa minni vælferð í framtíðini, tí minni verður at gera gott við. Tað er tí at lumpa fólk at pátsanda, at fullveldistilgongdin ikki kostar vælferð! Øll gongdin í málinum um viðgerðina á Ríkissjúkrahúsinum prógvar, at tað er beint tvørturímóti, og landsstýrismaðurin átti at skammast yvir sínar jánkasligu royndir at káva út yvir hendan veruleika. Landsstýrismaðurin og samgongan vóru so ruddiliga avdúkað í nevndu sending. Nú bíða vit bert eftir, hvat tað næsta verður, tí vit eru illa nokk byrjað uppá fullveldisgongdina.

Sendingin váttaði tað, sum fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 er eitt talandi dømi um, nevniliga, at vit ikki fáa endarnar at røkka saman eftir niðurskurðin í blokkinum - at fullveldið beint tvørturímóti givnum lyftum kostar vælferð og tað við lít! Vit hava einki móti eini varisligari minkan av blokkinum. Men vit ávarðaðu ímóti at fara so harðliga fram, at tað fór at kosta vælferð. Men rætt skal nú vera rætt. Formaður Tjóðveldisflokksins segði á sinni við Sosialin, at fullveldið fór ikki at verða nakað paradís. Gongdin í seinastuni, har fylgjurnar av blokkniðurskurðinum nú gerast alt meira sjónligar, gevur honum rætt í, at fullveldið gjørdist einki paradís. Nú er uppá tíðina, at samgongan leggur kortini á borðið og sigur fólkinum frá, hvat alt hetta eksperimentið kemur at kosta føroyingum, og hvat slag av samfelag, fullveldið verður. Eitt er vorðið púra greitt: talan verður ikki um eitt norðurlendskt vælferðarsamfelag.

Sosialurin