Oddagrein: Fullføra fullveldið uttan fólkaatkvøðu

Nú friður er á politiska pallinum eru tað nakrir, sum standa handan politisku leiktjøldini og smírast. Teir eita Kallsberg og Hoydal. Hvør skuldi trúð, at hesir fullveldisgarpar, ið annars úteftir tóktust so ósamdir ? í veruleikanum báðir kenna seg hava skorað. Fólkaatkvøðan, ið teir hvør í sær hava tosað so nógv um, var jú bara eitt skálkaskjól, ein táta. Ætlanin hevur ongantíð verið at spyrja Føroya fólk.

 


Anfinn´sa orð um, at hann fór ikki út í nakra fólkaatkvøðu uttan so, at fólkið tók undir við uppskotinum frá landsstýrinum, hava ljóðað so demokratisk og skilagóð. Og Høgna´sa orð um, at vit skuldu hava eina fólkaatkvøðu hava ljóðað so sannførandi. Men hvørgin teirra hevur brúk fyri eini fólkaatkvøðu. Tað síggja vit nú. Tí landsstýrið fullførir verk sítt uttan at spyrja fólkið.


Tað ljóðar so tilforlátiligt, at man nú fyllir karmarnar út í Heimastýrislógini og yvirtekur alt, sum yvirtakast kann, samtíðis sum blokkurin verður minkaður. Men tað var jú hetta, sum m.a. løgmaður ikki vildi fara í holt við, um ikki fólkið tók undir við tí við eina fólkaatkvøðu. Við at sleppa hesi sleppur hann undan at fáa veljarans dóm. Løgmaður veit, at hevði veljarin í dag fingið at vita, hvat ein minking í blokkinum uppá 400 mill. við eitt høgg veruliga merkir, samtíðis sum stórmál skulu yvirtakast frá degi til annan, so hevði hann givið landsstýrinum eitt knúsandi nei. Men við tað at eingin verður spurdur, so sleppur landsstýrið at gjøgnumføra sín politikk.


Her er tó eitt men. Og tað er andstøðan. Um hon kennir sína vitjanartíð og brúkar neyðugu orkuna uppá at fáa ráðgevar og roknskaparkøn at gera sína ?Hvítubók? um veruligu avleiðingarnar av hesum drastisku stigum landsstýrisins, so hevði veljarin sagt stopp. Tað áliggur stór ábyrgd á andstøðuni at greina út veruligu avleiðingarnar av komandi kamikaze-politikki samgongunnar. M.a. at greiða frá, at kutan av blokki uppá 400 mill. kr. hevur so stórar ringvirkningar fyri samfelagið, at hetta talið er nærri 700 mill. kr. í veruligum virði, tá avtornar, tá skatturin, MVG og annað er tikið við. Tað, ið hendir nú, er, at landsstýrið er við at koyra fullveldið á sporið uttan fólkaatkvøðu. Var tað ikki løgmaður, sum segði, at fólkið fór at verða spurt fyrst. At minka blokkin við 400 mill. yvir eina nátt (ið svarar til 700 mill miss fyri samfelagið) er ein týðandi slóð móti endaliga fullveldinum! Hví ikki heldur gera hetta við skynsemi!


Sosialurin