Oddagrein· Freist til ársins virðislønir í dag

Tað hevur verið siður hjá teimum báðum stóru bløðunum, Sosialinum og Dimmalætting nú í fleiri ár at velja út ársins mann og kvinnu og ársins føroying. Hetta hendir júst í hesum døgum. Í kvøld verður samkoma á Dimmu, har ársins føroyingur verður heiðraður umframt at serligur heiður verður latin til ársins ítróttarbragd, mentanarbragd og ársins fløgu.

Tiltakið, sum Sosialurin skipar fyrri, verður í Miðlahúsinum júst um eina viku. Men freistin at koma við uppskotum til ársins mann, ársins kvinnu og ársins kjakvirðisløn er úti í dag. Enn ber tí til at senda inn uppskot antin sum bræv til Miðlahúsið, Tórsgøta 1, 100 Tórshavn ella sum teldupost til arsins@sosialurin ella post@sosialurin.fo. Lepar til at fylla út eru at finna í Sosialinum. Har eru so eisini umrøddar treytirnar fyri at kunna skjóta upp fólk, feløg ella stovnar.

 

Fyrstu ferð at ársins maður og ársins kvinna umframt ársins kjakvirðisløn vórðu latin av Miðlahúsinum í samstavi við Føroya Banka var í 2006. Tá vóru kosin Leila Solmunde, forkvinna í MBF fyri hennara ótroyttiliga arbeiði til frama fyri teimum brekaðu, Sofus Olssen, sáli fyri sítt slóðbrótandi arbeiði at fáa heimbygdini Sandi eitt listasavn og loksins Óli Petersen fyri sín leiklut í at menna almenna orðaskifti gjøgnum tekningar sínar. Í 2007 vóru tey kosnu Ella Müller m.a. fyri sítt sjálvbodna arbeiði at stuðla ungfólki, Birgir Enni fyri sítt stóra arbeiði at menna føroyska ferðavinnu og Amnesty International, Føroya deild fyri at hava lagt lunnar undir orðaskiftið um eitt nú mannarættindi.

 

Spennandi verður at frætta, hvørji trý fara at fáa virðislønirnar í ár. Eingin ivi er um, at mangir føroyingar eru, sum hava uppiborið hesar virðislønir. Tað fáa vit so at vita mikudagin 5. mars klokkan 16 í Miðlahúsinum.

 

Sosialurin