Ì dag eru hesir undirsjóvartunlar ein náttúrligur partur av undirstøðukervinum, og vit koyra í Vágoynna og til Norðuroyggjar og hinvegin sum hevði hetta altíð verið so. Ì dag finst neyvan nakar føroyingur, sum heldur tað var skeivt at gera hesar íløgur. Øll hava vit gleði av teimum. Tí eru tað so eisini tey, sum í dag seta spurningin: er tað ikki eins náttúrligt at gera tunnil í Sandoynna og seinni víðari til Suðuroynna! Her er talan um stórar upphæddir, men fast samband til Sandoynna er longu komið á dagsskránna, og tað er helst bara ein spurningur um tíð, til hann gerst veruleiki. Men eins og støðan var undan Vága- og Norðoyartunlinum eru tað mong, ið seta spurnartekin við, um búskapurin tolir eina so stóra íløgu. Her draga tó bæði samgonga og andstøða draga eina línu. Man vil hava ein Sandoyartunnil.
Aftrat hesum kemur so tunnilin undir Skálafjørðin, ið lokal áhugamál arbeiða við. Tað kann tykjast sum at taka munnin ov fullan, tá nógvir pengar skulu brúkast til ein undirsjóvartunnil í einum øki, har tað er koyrandi sum er, og har stórar íløgur longu eru gjørdar í bæði vegir og fjallatunlar.
Tað er ikki rætt at steðga einum náttúrligum útviklingi, hvat tað so merkir, men vit mugu alla tíðina meta um, hvat samfelagið tolir av risaíløgum í undirstøðukervið. Tí er tað sera umráðandi at venda hesum aftur og aftur fyri harvið at tryggja sær, at samfelagsíløgurnar sum heild eru skilagóðar og verða rætt raðfestar. Okkum tørvar sum ongantíð fyrr eina landsplanlegging. Skal nøkur meining vera við at gera tað meira framkomiligt til allar partar av samfelagnum, so má tað eisini bera við sær, at vit sohvørt minka um dupultfunktiónir.
Sosialurin










