Oddagrein· Framtíð í altjóðagjørdum heimi

Leingi hevur verið hoyrt um visión 2015, og mong hava havt á orði, at landsstýrið átti heldur at brúkt sína orku til gerandisdagin her í 2006. Men sum løgmaður gjørdi vart við í síni framløgu, so eru Føroyar á einum vegamóti og hetta krevur, at vit nú taka nakrar álvarsamar avgerðir. Tað eru avgerðirnar, vit taka nú, sum skulu vísa, um vit megna at tillaga okkum treytirnar í einum alheimsgjørdum búskapi. Landsstýrið heldur, at skulu vit røkka hesum máli, er neyðugt við greiðum ætlanum. Tað er hetta Visjón 2015 m.a. snýr seg um. Endamálið við øllum hesum er at tryggja framtíðar vælferðina. Við hesum hevur samgongan so staðfest, at vælferðarsamfelagið verður ikki slept  heldur er tað tvørturímóti, at tað skal mennast og styrkjast.

Í gjár tann 23. februar varð so sjálv arbeiðsætlanin fyri Visjón 2015 løgd fram. Landsstýrið hevur valt at byggja visjónina á 12 grundarsteinar, sum skulu skapa grundarlagið undir at menna Føroyar til eitt av heimsins bestu vælferðarsamfeløgum. Tað mest áhugaverda er, at spurningurin um vælferðarsamfelagið verður skipað sum serstakt øki í visjónsætlanini. Á fundinum greiddi løgmaður frá sínum hugsanum um Visjón 2015. Hann greiddi frá, at visjónin um vælferð er grundað á hesi aðalmið, at okkara fremstu almanna- og heilsupolitisku mál eru, at fólkið skal trívast, mennast og fjølgast í okkara landi.

Hetta skal gerast við at tryggja øllum borgarum neyðugur umstøðar fyri góðum livikorum í einum vælskipaðum vælferðarsamfelag, har sínámillum ábyrgdin millum borgaran og myndugleikan eins væl og samhaldsfestið millum øll verður sett í hásæti. ætlanir fram í tíðina. Hetta er sera áhugavert, tí seinastu mongu árini hevur tað verið vanligt at hoyra, at tíðin við vælferðarsamfelagnum er farin  vit hava ikki ráð til at varðveita tað. Visjónin er, sum ofta nevnt, at Føroyar í 2015 skulu verða millum bestu lond at virka og liva í. Hetta krevur, at Føroyar skulu verða samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdargóðar, sosialar skipanir tryggja øllum eitt virðiligt og gott lív. Hetta er so aftur orsøkin til, at grundarsteinurin um vælferð er í eini serstøðu í visjónsætlanini, boðar landsstýrið frá í síni framløgu. 

Tað verður áhugavert at síggja, hvussu tilgongdin verður frá nú av. Talan er um ein heilt nýggjan form fyri at reka politikk. Hetta sæst millum annað av, at borgararnir fáa høvi til á heimasíðu at taka lut í orðaskiftinum um, hvat slag av samfelag, vit skulu hava um tíggju ár. Men vandaleyst er hetta ikki, tí meðan vit flyta okkum fram ímóti 2015 eru stór og tung mál í dagsins samfelag, sum mugu avgreiðast og sum ikki kunnu bíða til 2015. Vit kunnu nevna pensiónsmálið, miðnámsámsútbúgvingarnar, bústaðartrupulleikarnar, læknatrotið, barnansingin og mong onnur. Hinvegin ber ikki til í einum altjóðagjørdum heimi at sita hendur í favn og bíða eftir, at onnur skulu leggja framtíðina til rættis fyri okkum.
Sosialurin