SARS er ein óhugnalig áminning um, at mannaættin hóast okkara ómetaligu tøkniligu framstig er viðbrekin og at torført er at byrgja fyri øllum hugsandi vandum. SARS er eisini ein læra um, hvussu vandamikið tað afturlatna samfelagið er. Hevði hitt almenna Kina viðurkent vandan frá fyrsta degi og ávarað umheimin, so hevði altjóðasamfelagið kunna tikið neyðturvilig stig at kalla frá fyrsta degi av, og nógv høvdu verið spard. Nú er virðismikil tíð farin til spillis, og umfarssjúka er sloppin at breiða seg ótálmað í alt ov langa tíð.
SARS hevur breitt seg víða, men tykist enn ikki at vera komin til Norðurlond. Kortini hava Norðurlond brynjað seg til at taka ímóti sjúkuni. Danskir heilsumyndugleikar, sum hava verið fyri atfinningum fyri ikki at vera nóg væl tilbúgvnir, hava tikið atfinningarnar at sær. Tilbúgvingin í Danmark er økt munandi eitt nú við 60 seingjaplássum afturat á Hvidovrehospitali, soleiðis, at tað nú í Danmark eru 30 sjúkkrahúsdeildir við í SARS-tilbúgvingini. Hildið verður tí, at Danmark nú er ført fyri at veita borgarunum tær neyðugu heilsutænastur, ið skulu til, um SARS kemur til Danmark.
Men hvussu er so støðan her í Føroyum? Hvussu eru vit fyri, um tann vanlukka skuldi hent, at SARS kom til Føroya? Hvørja tilbúgving hava vit? Hvørji tiltøk hava landsins heilsumyndugleikar sett í verk? Hvussu verður almenningurin kunnaður og hvussu er okkara heilsuverk fyri at takla eina slíka støðu? Hesir spurningar eru varisliga reistir í pressuni, men ikki kann ein siga, at vit hava fingið greið og nøktandi svar. Tað er tí upp á tíðina, at viðkomandi myndugleikar nágreinliga greiða almenninginum frá tilbúgvingini og annars øllum teimum spurningum, ið koma fram í sambandi við SARS. Hetta eigur at verða gjørt á ein sakligan og skilagóðan hátt, sum undirstrikar álvaran uttan at loypa óneyðugan ótta á fólk.
Sosialurin










