Tað er væl skiljandi, at lágløntu limirnir í Føroya Pedagogfelag seta hart ímóti hørðum og ikki vilja tengja saman skattalættan til hægru inntøkurnar við lønarkrøv felagsins.
Felganum stóð í boðið at fáa eina lønarhækking til limirnar við lønum niðan fyri 30.000 krónur upp á 220 krónur um mánaðin. Sambært útrokningum hjá Pedagogfelagnum, so merkir hetta tó eina reallønarlækking upp á 157 krónur um mánaðin, tí at eitt nú gjøldini til Als og Heilsutrygd eru hækkað, eins og Sev, olja, telefon, kringvarpsgjald og tryggingar. Tí er talan um eina reallønarlækking – og skuldu pedagogarnir gjørt sum Starvsmannafelagið og bara longt sáttmálan, so er sambært teirra útrokningum talan um eina reallønarlækking upp á 377 krónur um mánaðin.
Hvussu leingi partarnir soleiðis kunnu møða hvønn annan, er ikki gott at vita. Tó at til ber hjá foreldrum at klára seg í nakrar dagar uttan dagrøkt, so verður trupulleikin størri og størri, sum dagarnir líða. Arbeiðsgevararnir spara nógvar pengar – hvør so endaliga lønarhækkingin verður, so verða eyka útreiðslurnar fyri hetta fíggjarárið skjótt spardar innaftur hjá landi og kommunum.
Hóast vit fleiri ferðir hava staðfest, at landsstýrið – og har meina vit við Fólkaflokkin – hevur vunnið stórt á fakfeløgunum, so er at vóna, at partarnir finna eina semju á sáttmálastríðnum. Og tá marginalarnir eru vorðnir so smáir, sum teir nú eru, so átti fíggjarmálaráðið at slakað nakað.
Kravið hjá pedagogum um fyrireikingartíð er væl skiljandi. Hvussu leingi hetta stríðið hevur verið, vita vit ikki, men saktans kundu arbeiðsgevararnir slakað nakað her, so hol varð sett á tann spurningin. Ymiskt er, hvussu ein skipan við fyrireikingartíð skal skipast, um tað er roknað eftir starvsfólki, barnatali, stovum o. s. fr. Men skilagott hevði verið, um hol fekst á hesa ósemju, tí kravið er væl skiljandi.
Hetta stríðið hevur víst, at ávíst sundurlyndi er í fakfelagsrørsluni, og tað er ikki gott. Forkvinnan í Starvsmannafelagnum hevur tosað um at skipa eitt LO, eina landsorganisatión fyri øll fakfeløg. Hevði tað verið læran av hesum sáttmálastríðið, so var kortini væl komið burturúr kortini, tí tað hevði gagnað arbeiðsmarknaðinum sum heild.









