Um man við einari fólkaatkvøðu bindir trý komandi løgting og landstýri til at fremja yvirtøkur eftir ætlanini hjá núverandi samgongu, so tekur man frælsið til at disponera frá komandi politikarum. Er dispositionsfrælsið burtur, so er ábyrgdin eisini burtur hjá komandi løgtingum. Fer ein yvirtøka at ganga illa í ár 2006, so kunnu politakarar tá bert yppa øksl og peika aftur um seg og siga, at samgongan í 2001 legði hesa ætlan og ikki teir.
Tað tykist sum um, at samgongan ikki hevur álit á eftirfylgjarum sínum í Tinganesi, og má hettar vera ein ásannan av, at núverandi samgonga væntar at missa meirilutan til næsta val.
Einasta søguliga í hesum valskeiðnum er, at Tjóðveldisflokkurin fyri fyrstu ferð nakrantíð gjørdist størsti flokkur. Tað er einki, ið hendan samgongan fær gjørt á sjálvstýrisleið, sum komandi samgongur ikki kunnu gera, og tí er ikki talan um nakran søguligan møguleika, men heldur um eina søguliga sæð einastandandi ómynduggering av øllum teimum, ið koma at fáa valrætt tey næstu trý valskeiðini
Fólkaatkvøðan í mai var í besta føri óneyðug og er í veruleikanum ein grov provokatión, ið viðførir, at vit enda aftur í fýra ára skiftistíð. Blokkstuðulin er tilætlaður eina útjavning í danska kongaríkinum, har endamálið er, at eitt nú heilsu- og almannamál skulu vera á einum vælferðarstøði, sum sømir seg einum skandinaviskum vælferðarsamfelag. Heilsuverkið er niðurprioriterað samstundis sum Føroya Landsstýri gongur og erpar sær av einum metstórum yvirskoti á fíggjarlógini. Tað er rættiliga naivt at halda, at danska stjórnin bert fer st sita og hyggja at, meðan vælferð verður niðurskorin, samstundis sum blokkstuðulin verður koyrdur í ein fullveldisgrunn.
Vilja føroyingar koma fram á sjálvstýrisleið aftaná trý ára naggatódn undir sitandi samgongu, so krevst, at man brýtur upp ermar og fyrireikar yvirtøkur. Tann besta gávan eitt landsstýri kann geva komandi landsstýrum er vælfyrireikað grundarbeiði, soleiðis at hesi komandi landsstýri hava frælsi til at taka støðu út frá fotreytunum og harvið eisini fáa fullu ábyrgdina av framdum yvirtøkum.