Sera áhugavert hevur verið at fylgt orksetrinum hesa fjórðingsøldina, hvussu eldsálir hava megnað tað, sum átti at verið ógjørligt í einum so lítlum samfelag, at stápla eitt symfoniorkestur upp á beinini. Men tað hevur eydnast.
Og tað er ikki hissini virksemi og týdning, sum orkestrið hevur. Tað hevur fingið ein sera týðandi leiklut í føroyskum mentanarlívi við sínum fjølbroytta tónleiki fyri ymsar aldursbólkar. Bæði við siðbundnum klassiskum tónleiki, modernaðum tónleiki, sum vit sóu leygarkvøldið, og so ikki at gloyma barnakonsertirnar, sum hava verið í nøkur ár á rað, og sum vónandi verða uppafturtiknar.
At hava eitt symfoniorkestur, sum kann bíleggja nýggj verk hevur alstóran týdning fyri okkara tónleikamentan, og týdningurin sum lopfjøl ella pallur hjá føroyskum tónleikarum, solistum og kórum er ikki at undirmeta.
Tí var tað so hugtungt at hoyra formannin í Symfoniorkestrinum nærmast syngja svanasong í Degi og Viku fríggjakvøldið, tá hann boðaði frá, at hetta møguliga var seinasta nýggjárskonsertin, tí so trupult er vorðið at fáa endarnar at røkka saman.
Formaðurin upplýsti, at meðan Tórshavnar Kommuna og Norðurlandahúsið halda fast í síni játtan upp á eina fjórðings millión hvør, so hevur Mentamálaráðið skert sína játtan, sum var ein millión, við hundrað túsund krónum.
Sparast skal allastaðni, men eyðvitað er, at skulu vit varðveita ein slíkan mentanarbera, sum Føroyar Symfoniorkestur, so kostar tað pengar.
Alt tónleikavirksemi, sum er skapt við musikkskúlunum nógvu seinastu árini – hevur alt upp nógvar tónleikarar til okkara »musikalska landslið«, sum formaðurin í orkestrinum málbar seg fríggjakvøldið.
Tó so. Bæði mentamálaráðharrin og løgmaður sótu á fyrstu parkett í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Valla vilja teir verða millum teirra, sum køvdu musikalska landslið Føroya. So um støðan er so ring, sum formaðurin gav ljóð fyri, so man onkur verða førur fyri at flyta eitt sindur upp á raðfestingarnar á mentanarøkinum, so avleiðingar ikki verða so katastrofalar.
Tað skerts ikki burt, at í øllum skandinavisku londunum – í øllum Evropa – verður størri og størri orka brúkt uppá at menna og marknaðarføra mentan og list, eisini hóast fíggjarkreppa valdar. Fleiri nýggj operahús eru bygd í grannalondum seinastu árini – tað síðsta er stásiliga Harpa á havnarlagnum í miðbýnum í Reykjavík.
Vónandi fer vantandi mentanarlig tilvitska á tingi og í landsstýri ikki at køva Føroya Symfoniorkestur.