Tað kann tykjast naivt, at ein minnilutastjórn skal kunna fáa stórmál ígjøgnum, sum ikki ber til við eini breiðari samgongu: Nevnd hava verið fiskivinnureformur, kommunureformur, skúlareformur og pensjónsreformur.
Sum vit hava nevnt so ofta, so hevur Fólkaflokkurin havt so gott tak á hinum trimum stóru flokkunum, at tað hevur verið fiskivinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum, sum hevur verið førdur í øllum samgongum seinastu fimtan árini – undir fýra ymsum løgmonnum. Hesin pástandur er sjálvandi ein politisk eygleiðing, sum nú fer at vísa seg at vera sonn ella følsk. Allir hinir flokkarnir hava tosað um at broyta viðurskiftini – og allir tykjast so ella so tosa við einari tungu. Tí er lagaliga løtan júst nú, kunnu vit siga. Nú kunnu teir flokkar, sum finna saman uttan um Fólkaflokkin gjøgnumføra henda fiskivinnureformin, tað veri seg okkurt slag av tilfeingisbú, tilfeingisgjaldi o. s. fr.
Í løtuni tykist eisini at forma seg ein samgonga uttan um gomlu fullveldissamgonguna. Fólkaflokkurin verður settur uttan fyri alla ávirkan, um nýval ikki verður nakað skjótt. Hinvegin sær Tjóðveldi út til at verða enn meira isolerað, enn tey hava verið seinastu átta árini.
Um løgmaður klárar at telva seg til eina samgongu við Miðflokkinum og við Framsókn sum stuðulsflokki, so kann hann prógva, at hann kortini er ein sterkur leiðari, sum klárar at fáa politiska ávirkan.
Tað kemur væl við hjá Javnaðarflokkinum, um nýggi formaðurin klárar at vísa á nøkur úrslit síðstu mánaðirnar fram til valið. Hann hevur klárað seg væl við at vera siðiligur og róligur. Miðflokkurin kann bara spæla við samgonguætlanunum – og so tryggja seg við at leggja fót fyri málum sum at bryggja sterkt í Føroyum, hvar úthurðin í Rúsini skal vera og tryggja sær at fosturtøkulógin ikki verður linkað. Mál, sum hinir klára at svølgja. Reint sosialt er Miðflokkurin ikki øðrvísi enn Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin.
Poul Michelsen fær tað burturúr, at hann vinnur tíð fram til valið – og hann fær hildið Fólkaflokkinum í skammilkróki so leingi sum gjørligt.
Politikkur snýr seg – tá alt kemur til alt – um vald, tí vald gevur ávirkan – og skapar broytingar. Motivini verða formað so hvørt eftir tørvi.