Tá hølini vórðu lýst til leigu mettu vit á blaðnum, at hetta var vert at royna. Um ikki annað so at spyrja um. Og so væl vildi til, at semja fekst við eigararnar um, at hesin søguligi bygningur, fyrr Rybergshandil, hereftir skal vera fjølmiðlahús. Tí eru vit á blaðnum takksom fyri og vilja gera okkara fyri at varðveita húsini í tí standi tey eiga at vera í umframt at geva okkara íkast til menningina av høvuðsstaðnum.
Mangir lesarar og viðskiftafólk hava spurt, hvussu stór broytingin verður og nær flutt verður. Arbeitt verður við umbyggingini hvønn dag og vóna vit at kunna flyta inn í hølini í Vágsbotni í februar ella í mars næsta ár.
Hvat broytingum viðvíkur, so verður tað sjálvandi nakað, sum fyrst fer at síggjast og merkjast eftir at flutt er í miðbýin. Tað er greitt, at tað gevur nógvar nýggar møguleikar, tá eitt blað, sum roynir at menna seg til eitt fjølmiðlahús, kann flyta inn í høli, sum longu frá byrjan av eru innrættað til endamálið.
Høvuðsdenturin fer framhaldandi at verða lagdur á blaðútgávuna og er ætlanin at høvuðsredaktiónin í miðbýnum í Havn skal kunna arbeiða væl saman við lokalu redaktiónunum úti um landið og tí rullandi redaktiónini, sum meira verður at síggja til í komandi ári.
Men aftrat hesum fara vit so eisini eftir førimuni sjálvsagt at menna aðrar uppgávur og avbjóðingar, sum hoyra einum fjølmiðlahúsi til. Her verður hugsað um internetið, loftbornar miðlar oa. Í hvønn mun og hvørjar og hvussu nógvar uppgávurnar verða á hesum økjum vil so bara tíðin vísa, men vit fara so sum eina byrjan og sum eina íløgu inn í framtíðina at skapa neyðuga grundarlagið fyri at kunna taka ímóti nýggjum avbjóðingum.
Tað skal vera vón okkara, at FJØLMIÐILIN í miðbýnum í hjartanum á Havnini og Føroyum kann vera við til at at menna og skapa eitt livandi umhvørvi har og at ringarnir frá virkseminum kunnu røkka út um alt landið. Tíðin vil so vísa, hvørjir aðrir og nýggir møguleikar kunnu vera til steðar, tá eitt fjølmiðlarhús brádliga gerst veruleiki í Vágsbotni, her eisini á tí mentanarliga økinum. Livst so spyrst.
Sosialurin