Undir slíkum umstøðum er tað innlýsandi, at vit eiga at statsa uppá útbúgving. Tey lond, sum leggja dent á útbúgving, gransking og menning, tey eru før fyri at takla allar tær monu broytingar og avbjóðigar, sum standast av altjóðagerð og búskaparligum sveiggjum. Búskapaligu avbjóðingarnar verða stórar í framtíðini. Vit fara at fáa harða kapping frá menningarlondunum, soleiðis sum vit longu nú kenna tað frá Kina og vit fara at fáa harða kapping frá nýggju ES londunum. Eingin veit í roynd og veru, hvussu alt hetta fer at ávirka búskpapin í framkomnum londum sum Føroyar og Ísland, ið bert hava eina høvuðsvinnu. Í Føroyum hava vit havt eina góða byrjan til eitt orðaskifti um hesi viðurskifti, men orðaskiftið tykist nú líkasum dottið burturaftur.
Er óvissan sostatt stór um búskaparligu árinini frá tí broyttu heimsstøðuni, so er tó eitt, sum øll eru samd um, og tað er, at útbúgving hevur týdning fyri eitt samfelag. Eitt vælútbugvið fólk er ein tann mest týðandi fortreytin fyri menning og fyri at kunna takla avbjóðingarnar frá altjóðagerðini. Tað er tí av størsta týdningi, at vit hava góðan skúlaskap. Øll, sum fara úr 9. ella 10. flokki fólkaskúlans eiga at fáa tilboð um eina teoretiska ella praktiska miðnámsútbúgving. Í hesum døgum verða nógvar pisur klaktar. Tær flestu fara fyrr ella seinni víðari til eina ella aðra stytti ella longri útbúgving. Pisurnar fara á flog,sum tikið verður til í pisurøðum. Vit ynskja øllum tillukku og vóna, at tær flestu pisurnar finna leiðina aftur hendan vegin til gleði og gagn fyri tær sjálvar og fyri tað samfelag, ið hevur tryggjað teimum eina góða útbúgving.
Sosialurin