Oddagrein·Fleiri ódámligir jólapakkar frá samgonguni

Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin halda fram at senda Føroya fólki fleiri ódámligar og asosialar jólapakkar:

-Færri pengar í samband við barsilsorlov!
-Endurgjaldið fyri barnapening skal burtur!
-Mjólkin skal gerast dýrari!
-Minstaløn fiskimanna skal skerjast!
-Dagpeningaskipanin skal ikki gjalda fyrsta sjúkradagin!
-Játtanin til fólkapensjón skal lækkast!

Harafturat sendir Miðflokkurin ? flokkurin við trivnaðar- og familjumálum ovast á breddanum ? aftur í ár sinnisveik heim av Deild 1. Ikki bara á jólum. Nei, í 17 dagar, hóast jólahøgtíðin er tann tyngsta fyri tey sinnisveiku!

Orðaskiftið á tingi týsdagin avdúkaði einaferð afturat, at tann sosiala tilvitanin hjá samgonguni er á einum ógvuliga lágum stigi. Ikki ein samgongulimur ? heldur ikki tjóðveldiskvinnurnar ? setti eina atfinningarsama viðmerking til uppskotið hjá Bjarna Djurholm og Vinnumálaráðnum at broyta barnsburðarskipanina.

Skipanin skal broytast, hóast hon bara hevur virkað í eitt ár, tí summar kvinnur fáa meira útgoldið í barnsburðartíðini, enn tær vanliga forvinna. Orsøkin er, at eitt seks mánaðarskeið verður brúkt sum útrokningargrundarlag. Tað merkir, at hevur ein kvinna t.d. fingið frítíðarløn og kanska nógva yvirtíð útgoldið í einum tíðarskeiðið, so ávirkar tað útgjaldið í barnsburðarfarloyvistíðini uppeftir, og tað má ikki henda!

Men broytingin fær serliga avleiðingar fyri tey tímaløntu. Í orðaskiftinum nevndi tingmaðurin Marius Dam, sum sjálvandi veit tað frá læknastarvi sínum, at flakakvinnur hava ofta sjúkradagar, meðan tær eru við barn. Hetta hevur ta avleiðing, at tær tíðarskeiðinum, sum liggur til grund fyri útrokningunum, hava eina lægri inntøku enn vannligt. Og tað merkir, at tey fáa minni í barnsburðartíðini, tá tey annars hava brúk fyri hvørjum oyra. V.ø.o. merkir eisini hetta uppskotið hjá borgarliga yvirtøkulandsstýrinum, at tað ?vendir tann tunga endan niðureftir?.

Tað er lítil uggi í viðmerkingunum til uppskotið at leggja dent á, at barnsburðarfarloyvi skal leingjast upp í 52 vikur ? tó uttan peningaligt endurgjald ? tá útgjaldið verður minni hjá teimum tímaløntu barnakvinnunum, sum frammanundan forvinna minst, og sum hava mest brúk fyri einum sømiligum útgjaldi. Men hvat, tjóðveldiskvinnurnar forvinna jú meiri enn 30.000 kr. um mánaðin, so hví skulu ?bekymra? seg um henda spurningin? Aftur eitt dømi um ein asosialan jólapakka frá landsstýrinum.

Sosialurin