Oddagrein· Fleirfalt tillukku til HB

HB fólk, núverandi sum fyrrverandi spælarar, stuðlar og viðhaldsfólk, hava nakað at gleðast um í hesum døgum, í hesum árinum. Eitt er stóri rundi 100 ára føðingardagurin. Eitt annað er meistarasheitið, sum varð vunnið í Gundadali sunnudagin. So ein kann loyva sær at ynskja hesum fræga ítróttarfelag ikki bert tillukku men fleirfalt tilukku.

At vinna FM-heitið tríggjar ferðir á rað er eisini eitt roysnisbragd. Og so at vinna tað í føðingardagsárinum og entá langt áðrenn kappingin er lokin, er ikki minni bragd. Tað lýsir av vilja, treiskni og dugnasemi.

Og ikki nokk við tí. Enn ein sigur hjá HB er kappingin um at hava vunnið flest meistaraheiti gjøgnum tíðina. Á sjálvari málstrikuni, á 100 ára degnum hjá HB og KÍ megnaði havnaliðið at yvirhála norðingar. HB kann breggja sær av at hava vunnið 18 meistaraheiti í bestu deildini í síni livitíð, tilsamans 18 ímóti teimum 17 hjá KÍ.

Taka vit samanum, so hava vit nógv at ynskja HB tillukku við.

Hvat føðingardagsgávuni viðvíkur á 100 ára degnum, so hevur eitt vælspælandi og viljasterkt HB-lið sjálvt latið felag sínum ta bestu gávuna, nevniliga FM-heitið. Tað kann eingin gera betur.

Eisini vit á Sosialinum ynskja HB hjartaliga tillukku við 100 ára føðingardegnum og FM-heitinum og øllum hinum heitunum.

Sosialurin