Oddagrein· Fjølbroytni og menning

Ein fortreyt fyri, at vinnulív eins væl og alment virksemi kunnu mennast og blóma, er, at tey eiga evnini til nýskapan og nýhugsan. Føroyskt vinnulív er sum kunnugt rættiliga einstáttað og í stóran mun bundið at tí einu høvuðsvinnuni ella aðrari sjóvinnu. Herumframt hava vit nakrar vinnur mest innan KT økið, tænastuøkið- og handverksøkið. Skulu hesar vinnur standa seg er tað neyðugt, at hesar alla tíðina menna seg og eru opnar fyri teimum rákum, ið eru úti í heiminum.

Tann tíðin, tá Føroyar lógu fyri seg í friði og náðum úti í Norðruatlantshavi, er farin. Uttan mun til, um okkum dámar tað ella ikki, eru vit vorðin partur av altjóðasamfelagnum. Globaliseringin og altjóðagerðin er komin til Føroya, og vit hava bert eitt val, og tað er at meta hesa gongd sum eina avbjóðing og ikki sum eina hóttan. Við at meta altjóðagerðina sum eina avbjóðing megna vit eisini at síggja teir møguleikar fyri vinnuna og hitt almenna, sum fylgja við altjóðagerðini.

Ein fortreyt fyri, at okkara vinnulív skal megna at troyta teir møguleikar, sum fylgja við altjóðagerðini, er, at vinnulív og almenn umsiting megna nýhugsan og læra seg at virða fjølbroytni, soleiðis sum tað varð umrøtt á áhugaverdari ráðstevnu seinasta fríggjadag. Í eini tíð, har allur heimurin skal vera okkara virkisøki, eru hesar fortreytir avgjørt neyðugar. Men hesar eru sjálvsagt ikki tær einastu fortreytirnar fyri vinnumenning og fyri menning og effektivisering av almenna sektorinum. Aðrar fortreytir snúgva seg um eina støðuga menning av okkara útbúgvingarverki, av eftirútbúgving. Ikki minst snýr hetta seg tað, sum vit nevna lívslong læra, sum í okkara grannalondum hevur fremstu útbúgvingar- og vinnupolitisku raðfesting. Sæð í einum størri høpi snýr alt hetta seg um, at tað almenna saman við vinnulívinum má leggja eina búskapar- og vinnustrategi fyri framtíðina.

Tað er umráðandi, at eftirútbúgving av vinnulívsfólki og lívslong læra gerast týðandi partur av hesari strategi. Ein annar partur má vera hetta, at vit venja okkum av við at síggja útlendingar sum eina hóttan heldur enn sum eitt tilfeingi. Alt hetta er neyðugt, um vit framvegis skulu kunna menna okkum og standa okkum í einum heimi, har broytingarnar fara fram við ómetaligari ferð. Í dag og í morgin verður stór KT-ráðstevna í Havn. Eitt megnar forarbeiði er gjørt undan hesi stevnu, har tað professionelt og livandi er lagt upp til hesa ráðstevnu, sum vónandi fer at fáa stóra undirtøku og vónandi fer at seta ringar eftir í vatninum, tá hon er av. Vit ynskja fyrireikarum og luttakarum eina góða og burðadygga stevnu.

Sosialurin