Oddagrein· Fiskivinnan og treytir

Fyrr í vikuni var eitt kjak í Sjónvarpi Føroya um trupulleikan við, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Tað er gott at Sjónvarpið tekur aktuell mál sum hetta upp til kjak, tí loftmiðlarnir hava við sínari stóru gjøgnumslagskraft ein sera týdningarmiklan leiklut í tí almenna kjakinum.

Luttakarnir í kjakinum bóru fram sjónarmið umboðandi ráfiskaseljarnar og ráfiskakeyparnar. Haruftarat komu formaðurin í Búskaparráðnum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eisini við sínum sjónarmiðum.

Ráfiskaseljarnir í Føroyum vísa seg at hava tað traditionella sjónarmiðið um, at teir hava veitt fiskin, og tí eiga teir at sleppa at selja, har teir fáa best prís, sama hvar tað er. Hetta sjónarmiðið var forsvarligt í teimum døgum, har ein og hvør kundi útgera skip og fara til fiskiskap. Nú er tað bara ikki so. Tað er ikki ein og hvør, ið fær fiskiloyvi. Tey reiðarí, ið hava fiskiloyvi í dag, hava fingið tað fyri einki frá landinum. Ein og hvør kann ikki keypa nýtt skip og fara at fiska, men noyðist at gjalda privatum fyri at fáa lut í verandi loyvum. Tí er ikki talan um ein fría vinnu, men um eina sterkt reguleraða vinnu. Fyriuttan at fáa tað frammihjárættindi fyri einki, ið eitt fiskiloyvi er, so verða reiðaríini stuðlað við einum skattlætta og einari minstulønarskipan, ið tekur um endan, um tað gongur illa. Ráfiskaseljarnir argumentera, sum um teir vóru í fríari kapping uttan subsidiering. Tað eru teir ikki, og tí er tað púra beint, sum Meinhard Jacobsen stjóri í Føroya Fiskavirking sigur, at treytir eiga at fylgja við. Tað líkist snøgt sagt ongum, um løtuvinningstráan og manglandi samfelagssinni skal verða orsøk til, at skip liggja og selja fisk niðri í Hanstholm, í summum førum til undirprís enntá.

Tað er eisini rætt, tá stjórin á Fiskavirking sigur, at man ikki má leypa framav, tá man alment skal gera reglar fyri keyp og sølu av føroyskt veiddum ráfiski. Vit kenna tað frá øðrum vinnum, at vørur skulu tvørturum føroyskan keikant. Hví ikki krevja, at allur fiskur veiddur við føroyskum fiskiloyvi skal um føroyskan keikant? Endamálið má vera, at føroysk virkir fáa møguleikan at bjóða uppá fiskin, uttan man nýtist at gera reglar fyri, hvør vøra verður útflutt ella ikki. Sjálvandi eru nógvir ivaspurningar, men ikki nýtist loysnin at vera, at krevja fiskin á eina einstaka uppboðssølu. Hví ikki bara krevja keikantin? Hetta ger, at føroysk virki við støð í Føroyum fáa fyrimun, óansæð um útlendingar bjóða uppá fiskin.

Sjónarmiðið um, at eingin regulering skal verða á sølu á ráfiski heldur ikki, tí fiskivinnan á sjógvi er ræðisavmarkað, og tí eiga treytir at fylgja við almenna frammihjárættinum, ið tað er at fáa eitt fiskiloyvi fram um onnur fyri einki við skattafyrimuni og minstulønarskipan afturat. Tíverri vísir tað seg, at um treytir ikki fylgja við, so verður tað løtuvinningurin hjá einstaka skipinum, ið avger, hvar fiskurin verður avreiddur. Men skilligt eru tað fleiri meiningar um hetta, og tær meiningarnar eiga so sanniliga eisini at verða hoyrdar og viðgjørdar í tí almenna kjakinum um hetta so týðandi málið.

Sosialurin