Vit fegnast um, at Løgtingið í sínari tíð noktaði Kringvarpinum at selja lýsingar á internetinum. Ein avgerð, sum hevur – men sum serliga fer at fáa – stóran týdning fyri privatu miðlarnar og harvið føroyska miðlalandslagið sum heild.
Tað sigur seg sjálvt, at ein alment fíggjaður miðil sum Kringvarp Føroya als ikki skal kappast við privatu miðlarnar um fíggjarliga grundarlagið. Annaðhvørt fíggja vit Kringvarpið við almennum pengum, ella mugu vit ganga plankan út og privatisera stovnin. Tí má politiski myndugleikin taka støðu til, hvat hann vil við Kringvaprinum.
Taka vit privatu miðlarnar, so eru teir upprunaliga settir í verðina til at skriva og prenta. Almennu kringvørpini vóru fyrst sett á stovn at gera útvarp – síðani at gera sjónvarp fyri almennar pengar. Og soleiðis eigur býtið at verða.
Kringvarpið hevur ikki klárað kappingina um tíðindi á netinum. Og gott tað sama. Tí tað skal als ikki kappast á netinum. Hvørki um lýsingar ella um tíðindi. Kringvarpið eigur at savna seg um internetið við at fáa sendingarnar lagdar talgildar á netið til tíðina – og annars tíðindi á skrift, sum longu eru framleidd til útvarp og sjónvarp.
Um alment og privat soleiðis verður blandað saman, verður kappingin skeivklað. Og tað sæst týðuliga – tí meðan privatu miðlarnir fyri fimm árum síðani tilsamans høvdu á leið líka stórar lønarútgjaldingar sum Kringvarpið, so er myndin munandi broytt. Tí síðani tá eru lønargjaldingarnar hjá Kringvarpinum vaksnar við út við 15 prosentum, meðan tær hjá privatu miðlunum eru lækkaðar út við eini helvt. Hetta vísir, hvussu álvarslig støðan er.
Men trupulleikin kann loysast, um privatir miðlar fáa frið at virka – ella um vit lata marknaðarkreftirnar virka – og almennir stovnar halda seg vekk frá hesum marknaði við kommersiellum áhugamálum, so tryggjar tað grundarlagið undir privatu miðlunum, og harvið at vit hava ein fjølbroyttan miðlamarknað í Føroyum.
Rættast er, at almennir stovnar við almennum inntøkum frá øðrum keldum als ikki hava nakran aktivitet á internetinum, sum er í kapping við kommersiellu miðlarnar.
Kringvarpið skal ikki selja, Kringvarpið er ein public service støð, ein tænastustøð, sum skal tæna fólkinum.