Hvíta bók stakk út í kortið. Tvær fólkaatkvøður ? ein um sáttmálan, sum skuldi gerast við danir, og ein um eina føroyska grundlóg ? skuldu hava verið í 2002. Danir skuldu aller nådigst sleppa at umsita tað, sum føroyingar í fyrsta umfari ikki hildu seg til at taka sær av.
Hetta er søga nú. Søgan um buldur og brak og um stórar og luftigar ætlanir, sum ikki høvdu kjølfestu. Tankin um, at danir ikki uttan víðari aktivt og við stórum peningaupphæddum fóru at hjálpa til, var púra fremmandur í Tinganesi, tá ið stóra samráðingarnevndin fekk krakk frá donsku stjórnini.
Síðani tá hevur talan verið um eitt eljustríð millum stóru samgonguflokkarnar. Stríðið hevur verið um, hvussu fram skal farast í sjálvstýrispolitikkinum, og stríðið hevur verið um, hvussu fram skal farast í vinnupolitikkinum. Sosiala politikkin hava teir tosað millum lítið og einki um. Eingin ivi er um, at tað er Fólkaflokkurin, sum hevur verið við yvirlutan, og at tað er Tjóðveldisflokkurin, sum hevur rumblað og rópt mest.
Í sjálvstýrisspurninginum hevur løgmaður konstruerað eina loysn, sum umboð fyri stóru flokkarnir fyri einum mánað síðani í Sosialinum søgdu seg væl og virðiliga kunna liva við. Loysnin er ikki so víðgongd, sum uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg í síni tíð var. Men flokkurin kann væl liva við nýggja leistinum. Tað sama søgdu Sambandsflokkurin og eisini Tjóðveldisflokkurin. Fullveldið og avgerðin um republikk ella ikki republikk er skotin langt út í framtíðina.
Løgmaður helt, at mentunarmálaráðharrin klokkaði so í setanini av landsantikvari, at løgmaður kendi seg noyddan at loysa hana úr starvinum. Takk fyri Jørgen Niclasen, søgdu tjóðveldismenn. Tað mest óanstendiga, hann hevur verið vitni til í sínum lívi, legði formaðurin í Tjóðveldisflokkinum afturat yvirfyri løgmanni. Fyri opnari mikrofon í sjónvarpinum. Málið hongur framvegis í leysari luft, og nú er eldur í fiskivinnupolitikkinum.
Fólkaflokkurin definerar, tambar og togar lógirnar og ger, sum hann heldur vera best. Tjóðveldismenninir rópa og hótta við morði og brandi. Royndirnar siga Fólkaflokkinum, at tað liggur ikki so nógv aftanfyri rópini. Fyri tveimum árum síðani skýrdu tjóðveldismenn á Vaglinum løgmann fyri líkt og serliga ólíkt, men tá ið alt kom til alt, góvu teir seg undir viljan hjá løgmanni.
Nú vísa tjóðveldismenn so stóra forakt fyri fiskivinnupolitikkinum hjá Fólkaflokkinum, at teir siga seg ætla at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Teir siga seg ikki hava álit á, at landsstýrismaðurin við kunngerðum er førur fyri at útinna rætta politiska viljan. Royndirnar siga, at tað fer ikki at spyrjast tað stóra burturúr. Eingin hevur gloymt goragangin undan ólavsøkuni í fjør.
Profilurin hjá samgonguni er klandur. Teir hava klandrast og víst hvørjum øðrum misálit í fimm ár, og tað fara teir at gera sum samgongufelagar í hvussu so er í trý ár afturat. Tjóðveldisflokkurin rópar um visiónirnar, sum hann heldur seg hava á so mongum økjum, men tað er Fólkaflokkurin, sum stýrir. Tí tola teir, at ein spannin fyri og onnur eftir verður hálvd omanyvir teir. Føroyska samfelagið alt sum tað er bløðir undir hesum óverduga spælinum.
Sosialurin