Oddagrein· Festivalar til fólkið

Ikki meira enn er G! festivalur og ólavsøka farin aftur um stendur enn ein stórur festivalur á skránni. Hetta vikuskiftið verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og talan verður eftir øllum døma um størsta tiltak av sínum slag nakrantíð. Nógv verður gjørt burtur úr við tøkni, tónleiki og umstøðum annars, og áhugin fyri tiltakinum er sera stórur skilst. Sosialurin hevur sum blað og sum tíðindaveitari á Planet og Portali sett sær fyri at gera nógv burtur úr tónleikalívinum sum heild og harvið eisini teimum spennandi festivalunum. G! fekk nógv uppiborið pláss, og nú stendur so Summar Festivalurin fyri framman. Í Sosialinum í gjár varð stórt eykablað um festivalin. Vendið tykkum til okkara, um tit ikki hava fingið eykablaðið.

Festivalarnir eru annars blivnir nýggj samlingspunkt í føroyska summarinum, og Summar Festivalurin, ið nú er fyri framman, er eitt gott dømi um, hvussu tað ber til at savna fólk í øllum aldri til eitt hendingaríkt og spennandi vikuskifti við tónleiki, fólkalívi og undirhaldi annars.

 

Fólk hava meira frítíð, enn tey plagdu at hava, og eitt rák er, at fólk vilja keypa sær innihald í síni frítíð heldur enn at skapa tað sjálvi, og her hava festivalarnir eitt tilboð, ið fólk taka av. Tað er spennandi at savnast við so nógvum fólki á einum festivaløki, har heimskendir bólkar og føroyskir tónleikarar spæla og undirhalda í fleiri dagar. Lagið er gott, prátið er hugnaligt, og upplivingarnar eru ríkar.

 

Summar Festivalurin er ein rættilig sólskinssøga í føroyskum mentanarlívi. Festivalurin er sprottin burtur úr ongum og hevur eftir trimum árum vaksið seg til ein altjóða festival, sum er fult á hædd við festivalar í londum rundan um okkum. Áhoyraratalið er vaksið á hvørjum ári, og Summar Festivalurin hevur ongantíð áður lagt so nógv fyri, sum festivalurin ger júst í ár. Stóru tøkniligu útbyggingarnar skulu tryggja, at stórir og kendir bólkar úr útlandinum kunnu koma til Føroya at spæla, og hetta spennandi hugskotið skal í ár veruliga standa sína roynd við týska superbólkinum Scorpions.

 

Tað vil altíð vera talan um eina javnvág, tá skipað verður fyri festivalum – nær eru vit mettað. G! og Summar Festivalurin eru so komnir fyri at verða. Helst eisini Fjarðarfestivalurin. Umframt at hesir festivalar eru undirhald og kunnu geva okkum íblástur uttanífrá eisini, so eru teir eisini ambassadørar fyri Føroyar og føroyskan tónleik og mentan.

 

Vit kunnu bara fegnast um hesi nýggju og spennandi tiltøk í Føroyum, og vit vóna, at tað liggja nógvar spennandi og hugaligar upplivingar fyri framman. Vit ynskja øllum ein góðan Summarfestival.

 

Sosialurin