ODDAGREIN: FERÐAVINNAN SUM HITT BEINIÐ

Tað førdi við sær, at Ferð­a­mann­a­stov­an varð til Ferða­­ráð Før­­oy­a. Sam­an­­legg­­ing­­ar, nið­ur­legg­ing­ar og ann­að hev­­ur ført til, at hes­in fyrr so stóri stovn­ur, nú bara er ein við­fán­ing­ur í nær­um niðurlagda uttan­rík­is­ráð­num.

Tað er harmiligt, at tað hevur ging­ið so illa í hond at samskipa og menna ferða­fólk­a­vinn­una, so hon veru­liga gjørd­ist eitt í­skoyti til bú­skap­in. Eyð­vitað er, at eins og onn­ur smá oyggj­a­sam­fel­øg kunnu vinna fitt upp á ferð­a­vinn­una, so kunnu vit í Før­oy­um heilt vist fáa væl bet­ur burt­ur­úr.
Tí er tað helst gott, at løgtingið hev­ur sam­tykt at end­ur­stovna Ferða­ráð­ið. Men tað má so ikki fáa somu lagnu, sum tað fyrra, og tí má eitt gott og virð­i­ligt fyri­reik­ing­ar­ar­beiði ger­ast.

Tað er eitt kent fyribrigdi í Før­oy­um, at vit hava tað fyri at seta ov nógv smá konga­ríki á stovn. Tað eru stovn­ar og ráð, sum altíð hava nóg mik­ið í sær sjálvum, sum altíð vita best – og hvørs til­ver­u­grund­ar­lag a­lt ov ofta tyk­ist vera tað, at vera til – held­ur enn hvat gagn­ar sam­fel­ag­num best. Tí krev­ur tað, at vit hava eina greiða stýr­ing , og at alt sam­starv og øll sam­vinna gong­ur upp í eina hægri eind.

Men skulu vit hava eina ferða­vinnu, sum verður eitt ver­uligt í­skoyti til bú­­­skap­­in, so krev­ur tað eis­ini, at flutn­ings­leið­ir­nar til land­ið eru góðar og greiðar og bíligar. Land­ið eig­ur meir­i­lut­an í báð­um flutn­ings­fel­øg­unum, sum flyta ferða­fólk, At­lants­flog og Smyr­il Line. Um tað er gott ella ringt, tað kundu vit al­tíð kjak­ast um, men tað er í øll­um før­um ein ve­ru­leiki, sum for­plikt­ar.

Smyr­il Line hev­ur ver­ið rik­ið á priv­­at­um grund­ar­lag, hó­ast land­ið fleiri ferð­ir hev­ur loft­að fel­ag­num, tá hús­a­gang­ur hev­ur hótt – og tað hev­ur ført við sær, at lands­stýrið og landið gjøgn­um grunn­­ar eig­­u­r meir­i­lut­an í fel­ag­num. Við­víkj­andi At­lants­flogi, so byrj­aði lands­s­týr­ið eina priv­at­i­ser­ings­til­gongd, sum steðgaði í hálv­um gekki við tí úrs­lit­i, at lands­stý­rið í veru­leik­a­num hev­u­r snýtt privatu part­a­eig­ar­ar­nar, sum ikki hava gjørt ann­að enn at geva lands­kass­anum eitt sera bí­ligt og rent­u­frítt lán.

Skulu vit hava eina burðardygga ferð­a­vinn­u, so krev­ur tað, at land­ið gev­ur vinn­uni góð­ar og trygg­ar karm­ar. Lyfti hava ver­ið um ser­treyt­ir fyri heim­ligu vinn­una við eitt nú lækk­að­um meir­virð­i­s­g­jaldi. Men hetta tykist ikki blíva ann­að enn orð. Eing­in ivi er um, at tal­an er um vinnu, sum kann blóma.
Men tað krev­ur, at bestu karmar verða skapt­ir.