ODDAGREIN: Ferðavinna

Hóast nógv er broytt til tað betra síðstu árini í føroyskari vinnu, har fleiri mon­o­pol eru avtikin, so eru før­oy­ing­ar fram­veg­is í stór­an mun fjøtr­að­ir í mon­o­pol- og duo­pol­fell­um.

Á bankaøkinum ræður duo­pol – sum fyri brúkaran er eins ringt og mon­o­pol. Sama skilið er á olju­markn­að­i­num, og á matvøru­markn­að­i­num eru vit við at fáa mono­pol­støðu, tí hand­ils­lív­ið verð­ur kon­sen­trer­að á fá­um hond­um. Hetta hend­ir alt við gald­andi markn­að­ar­mek­an­ism­um.
Á flogferðsluøkinum ræður eis­ini mon­o­pol­støða. Vit hava bert okk­ara egna tjóð­ar­flog­fel­ag, sum lands­stýr­ið eig­ur størsta part­in av. Pri­v­at­i­ser­ings­til­gongd­in, sum und­an­farna lands­stýr­ið setti í gongd, tyk­ist end­a­liga verða steðg­að við borg­ar­ligu sam­gong­uni, sum tyk­ist einki vilja broyta – men held­ur at tjóð­ar­taka flog­fel­ag­ið aftur, so tað bara verður alment.
Soleiðis hava vit nú ein eigara, Vinnu­mál­a­ráðið við Johan Dahl sum lands­stýr­is­manni, sum bæði eig­ur flog­fel­ag­ið, og sum ger av, um nak­ar slepp­ur at kapp­ast við flog­fel­ag­ið. Og tann viljin er ikki til stað­ar. Lands­stýr­is­mað­ur­in hev­ur sagt, at skal nakar kappast við At­lants­flog, so skal tað vera »undir somu treyt­um« sum At­lants­flog. Og tá hann hugs­ar um treyt­ir, so mein­ar hann við, at ein­hvør kapp­ing­ar­neyti hjá At­lants­flog skal tving­ast til at á­taka sær allar tær keð­i­ligu upp­gáv­ur­nar, sum At­lants­flog hev­ur.
Hetta tykist rættiliga rangvørt, men er eitt symp­t­om uppá, hvussu galið tað gong­ur við mon­o­poli, og tá vit hava ei­g­ar­ar – í hes­um føri pol­it­ik­ar­ar – sum dyrka sína mono­pol­støðu.
Tað er neyvan leiðslan í At­lants­flog, sum ræðist kapping. Og tað er so be­stemt ikki starvsfólkini hjá At­lants­flog, sum ræðast kapping. Eitt hvørt virki við dugna­lig­um og eld­hug­að­um starvs­fólk­um elsk­ar kapp­ing. Men tann, sum ikki elsk­ar kapp­ing – tann, sum ræð­ist kapp­ing – er tann, sum vil hava all­an bit­an av køk­uni. Tað er eig­ar­in. Og eig­ar­in hjá At­lants­flog er lands­stýr­ið – per­són­i­fis­er­að við Johan Dahl, sum eisini eigur flog­vøl­lin, og sum er tann sami, sum be­stemm­ar, um Atlantsflog fær nakra kapp­ing, so før­oy­ing­ar kunnu fáa bíligari ferðaseðlar, og sum so­leið­is eisini bestemmar, um før­oyska ferð­a­vinnan hevur nakað at vænta sær, ella um føroysk flúgv­ing fram­yv­ir skal grund­ast á at flyta før­oy­ing­ar til Dan­land og La­land­i­a at hugna sær á kunstigum inn­an­dura bæð­i­­strond­um við plast­ikk­pálm­um, ella um før­oysk flúgv­ing skal seta sær vis­i­ón­ir um at flyta fremm­and ferða­fólk til Før­oya, so ferða­vinn­an veru­liga kann ger­ast hitt bú­skap­ar­liga bein­ið hjá før­oysku tjóð­ini.