ODDAGREIN: Ferðafólk sum vinnuvegur

Eingin ivi er um, at stórar av­bjóð­ingar liggja í ferðavinnuni í Før­oy­um. Sum tað sæst í reportasjuni í blað­num í dag, so vísa tøl frá Ferð­a­ráð­num, at um 40.000 – 45.000 ferð­a­fólk vitja Føryar um árið.

Umframt hetta tal, so vitja yvir 50.000 cruise ferðafólk í Føroyum um ár­ið, og hetta talið er vaksandi.

Spurningurin er so, um vit duga nóg væl at fáa pengar burtur úr hesi vinnu. Eyðvitað gera vit ikki tað.

Sambært Kunningarstovuni í Havn, so er áhugin at koma til Før­oya við cruiseskipum vaksandi. Tey siga eisini, at cruisevinnan ofta verður undirmett sum inn­tøku­kelda, tí fokus bara verður hildið á, hvat tey ferðandi keypa í handlum og sølu­støðum.

Eitt miðal ferðamannaskip, sum hevur 1.000 ferðandi, verður mett at geva einar 300.000 krónur í inn­tøk­um. Um­framt handlar, matstovur og søvn eru cruiseskipini serliga ein inn­tøk­u­kelda hjá havnum, ag­ent­­um, buss­­um, ferð­aleiðarum og øðr­um.

So er spurningurin bara, um vit duga nóg væl at geva ferðafólkunum eina góða uppliving í Føroyum.

Seinastu árini hevur mat­stovu­vinn­an ment seg nógv. Stórur dent­ur verð­ur lagdur í ta føroysku mat­ment­anina, tær føroysku ráð­vør­ur­nar, sum skulu vera so serliga góð­ar – ikki minst við okkara serliga ræsta matmentan tykist vekja áhuga.

Í aðrar mátar kundu vit eisini gjørt meira burturúr við tiltøkum beinleiðis til ferðafólkið. Vit hava okkara serligu søgu, sum í mogun førum kann vera áhugaverd. Vit hava fleiri søgulig støð og bygningar, sum vit saktans kundu gjørt nógv meira burtur úr at víst fram – bein­leið­is sum ein vinnuveg.
Helst eru øll samd um, at ferða­vinnan kann mennast til at gerast eitt nógv betri íkast til sam­fel­ags­bú­skap­in. Men tað krevur so, at vit fáa enn fleiri fólk hendanvegin.
Her eru sjálvandi tær a­v­mark­ing­ar, sum eru, tá flutningsleiðirnar fyrst og fremst ganga umvegis Dan­mark.
Fyri tað um føroyingar ferðast ein á­vís­an veg út í verð, so er ikki vist, at fremm­andu ferðafólkini ynskja at ferðast sama veg. Tí er tað áhugavert, um nú okk­urt ev­rop­iskt flogfelag skuldi funn­ið upp á at setta eina nýggja flog­rutu til Før­oya úr onkrum landi í Evropa. Best er sjálvandi, um hetta var úr øðr­um landi, enn Danmark, eitt nú Týsklandi, Holl­andi ella Framklandi. Tað hevði skapt møguleikar, sum vit ikki hava í dag.