Oddagrein· Fútarættur ikki arbeiðsrættur

Uttan at vit vilja leggja okkum út í aktuellu trætuna á Landsjúkrahúsinum skulu vit tó her loyva okkum at seta spurnartekin við hesa nýggju siðvenju hjá landstýrinum at leggja arbeiðsmarknaðartrætur fyri fútarættin. Tað hevur ongantíð verið meiningin við fútarættinum, at hann skal nýtast sum arbeiðsrættur. Hetta gekk klárt fram av samrøðuni, sum ÚF hevði løgfrøðing herfyri, og hetta sigur eisini øll sunn fornuft. Hetta skuldi í sjálvum sær gjørt, at landstýrið hugsaði seg væl um, áðrenn eitt so ógvusligt stig varð tikið.

Rætturin at skipa seg í feløg er ein grundlógartryggjaður rættur. Hesin rættur fevnir eisini um at skipa seg í fakfeløg við tí endamáli at tryggja limirnar búskaparliga og at verja teirra rættindi. Við støði í hesum er tað komið fyri so av og á í øllum demokratiskum londum, at fakfeløg seta í verk tiltøk, har ivi kann vera um, hvørt hesi er í samljóði við galdandi sáttmála ella ikki. Ólógligt verkfall er eitt vítt hugtak og vanliga plaga arbeiðsgevarar í t.d. Danmark at góðtaka eitt ávíst minstamark sum verandi í lagi, um verkfall er lýst í einum sáttmálaskeiði. Talan kann t.d. vera um, at arbeiðið er vorðið niðurlagt í 24 tímar. Hetta er í grundini ikki so áhugavert, tí her er í veruleikanum meira talan um politikk enn um løgfrøði.

Líka síðan hin víðagitni Normann Christensen kom sum eitt ódnarveður inn yvir landið og endavendi almennu fyrisitingini, hevur landsstýrið verið upptikið av at styrkja leiðslurnar á almennu stovnunum. Sterk leiðsla hevur verið eitt av teimum ótgeljandi gandaorðunum, sum tað hevur fokið við hesi seinastu árini. Tað er ivaleyst í lagi við sterkum leiðslum. Men sterk leiðsla merkir ikki í sjálvum sær, at leiðslan altíð hevur rætt, ella at ein leiðsla ikki kann mistaka seg. Sterk leiðsla má hava undirtøku frá starvsfólkinum, um henni skal eydnast at útinna sterka og góða leiðslu. Tað er tí ein ávísur vandi í tí politisku kós, sum landstýrið hevur valt at halda, nevniliga altíð at bakka eina leiðslu upp, uttan mun til, hvat ið hon ger.

Tað er hóast alt møguliga løgfrøðiliga í lagi at fara í fútarættin við einum fakfelag, sum lýsir arbeiðssteðg í einum sáttmálaskeiði, hóast fútarættuirn ikki er ætlaður at virka sum arbeiðsrættur. Men er tað nú politiskt skilagott? Mong ivast, tí landsstýrið í slíkum føri í so hondfast tekur støðu fyri tí leiðslu, sum stendur við einum eftir øllum at døma sjálvskaptum trupulleika. Harvið leggur landsstýrið seg út við alla fakfelagsrørsluna, sum eitt landsstýrið sum hetta eigur at standa seg væl við. Hertil kemur so spurningur, hvussu hetta fer at ávirka tað arbeiðið, sum nú gongur fyri seg við at umskipa føroyska arbeiðsmarknaðin, les innføra arbeiðsrætt. Er tað politikst klókt við eini slíkari provokatión sum eitt fútarættarmál er? Ein annar spurningur er, um hetta er klókt soleiðis í allari almindiligheit. Hvat nú, um fyrst Føroya rættur og síðan landsrætturin um eini tvey-trý ár koma til tann úrskurð, at tiltakið var lógligt? Ein triðji spurningur snýr seg um, hvørt hetta við fútarættinum er etiskt og demokratiskt forsvarligt. Er hetta ikki at ganga grundlógartryggjaða felagsrættinum í so nær? Er hetta ikki at seta føroysku fakfelagsrørsluna aftur til eina tíð við lítlum og ongum rættindum, og kann eitt landsstýri undir javnaðarleiðslu loyva sær tað? Henda spurningin seta mong sær í hesum døgum.
Sosialurin