Hetta fær uttan iva mong at minnast aftur á "gamlar" dagar, tá føroyingar í stórum tali róðu út í Grønlandi og eisini tá føroyingar vóru við til at byggja út undirstøðukervið í landinum.
At føroyskar fyritøkur nú aftur eru sjónligar í Grønlandi er gott. At vit kunnu vera við til at menna grønlendskt vinnulív og annars útvega okkum sjálvum arbeiði er nakað, sum vónandi kann fara at gagna øllum pørtum.
Talan er í hesum førinum um at skapa grundarlag fyri námsgrevstri í einum fyri føroyingar kendum stað, Fiskifjørðinum í Vesturgrønlandi. Fleiri føroyskar fyritøkur eru við í hesi verkætlan alt frá tekniborðinum til at byggja vegir, hús og kei.
Alt hetta kemur so heldur ikki av ongum. Tað var byggingin av Føroya Tele bygninginum í Hoyvík, sum skapti grundarlag fyri einum mennandi og professionellum samstarvi millum nakrar fyritøkur. Høvuðsfyritøkan er MT Højgaard, sum hevði hesa byggingina um hendi og sum síðani brúkti nógvar føroyskar fyritøkur sum undirveitarar. Við at brúka nýggja framferðar- og byggIháttin "partnering" varð bygt upp ein nýggj ekspertisa og eitt professionelt álit og samstarv, sum síðani bleiv grundarlagið undir tí virksemi, sum nú fer fram í Grønlandi.
Har hevur MT Højgaard undir føryskari leiðslu varðveitt góða samstarvið við undirveitararnar frá Hoyvíksbyggingini, og í dag kunnu hesar fyritøkur so vísa fram enn eitt gott úrslit - eftir bert einum ári er eydnast at fullfíggja eina heldur óvanliga verkætlan: frá ongum at byggja út eitt nám, gera vegir, arbeiðsskúrar, havn osfr. Og úrslitið er stórur útflutningur av mineralinum olivin, sum verður brúkt í stálframleiðslu. Eitt dømi um, at føroyskar fyritøkur megna annað enn at fara í fisk, og at tær eisini eru kappingarførar í útlandinum. Spennandi verður at síggja, hvussu umrødda samstarv fer at seta enn fleiri ringar í vatnið.
Sosialurin