Spurningurin um eina ES grundlóg, har lagt verður upp til at skipa ES á sama hátt sum sambandsríkið USA, har ymsu statirnir lata upp í hendurnar á eini stjórn eitt nú uttanríkispolitikkin, hevur verið eitt av stóru samtaluevnunum í Europa í mong ár. Ì fjør fekk henda tilgongdin skot fyri bógvin, tá fleiri lond við fólkaatkvøðu kolldømdu ætlanina um eina ES grundlóg. Nú eru londini samd um at seta í verk eina traktat, sum hevur við sær broytingar í sjálvari stjórnarskipanini. Í uppskotinum, sum ætlanin er at fremja nú, eru m.a. broytingar í atkvøðubýtinum og møguleikunum at seta í verk meirilutaavgerðir, umframt at felags uttanríkispolitikkur hjá ES verður styrktur.
Alt hetta hevur fingið Høgna Hoydal, fólkatingsmann at rópa varskó og hevur hann sett fram sera relevantan og áhugaverdan fyrispurning til forsætisráðharran. Hann spyr nevniliga, hvørjar avleiðingar nýggj ES-stjórnarskipan fær fyri Føroyar? Tá Danmark leggur fleiri avgerðir og meira vald til ES á teimum málsøkjum, sum Danmark vegna Føroyar hevur valdið á, hvørja avleiðing fær tað fyri Føroyar spyr fólkatingsmaðurin. Forsætisráðharrin verður biðin um at útgreina málið og veita trygd fyri, at føroysk og grønlendsk mál umvegis Danmark ikki verða løgd til ES at umsita.
Hetta er greið tala og avgjørt nakað, sum eisini føroyskir myndugleikar eiga at geva gætur. Hvat sigur løgmaður, sum er ovasti leiðari okkara mótvegis umheiminum! Vónandi hava tey í Tinganesi noterað sær spurningin hjá Hoydal til Fogh, og vónandi tekur løgmaður hetta mál í størsta álvara og ger Føroya fólki greitt, hvat liggur í kortunum, nú ES skal til at átaka sær uppgávur, sum í dag verða røktar av Danmark.
Nú val er í nánd er tað er lítil ivi um, at júst hetta málið fer at verða raðfest høgt. Og tað skal tað sjálvsagt eisini. Vónandi fer forsætismálaráðharrin at gera sær ómak at svara spurninginum væl og virðiliga. Eisini kundi tað verið áhugavert at hoyrt, hvat okkara egnu serfrøðingar á økinum hava at siga. Vit mugu bara ganga út frá, at hetta eisini eru mál, sum uttanríkisdeildin í Tinganesi hevur frammaliga á sínum lista.
Sosialurin