Oddagrein· Føroyanevnd stovnað í Westminster

Herfyri frættust tey góðu tíðindi, at ein Føroyanevnd er sett á stovn í bretska parliamentinum, Westminster. Talan er um eina sokallaða “all-party parliamentary group”. Limirnir í nevndini eru bretskir tinglimir, sum øll onkursvegna hava ein serligan áhuga fyri Føroyum. Nevndin hevur um 20 tinglimir, sum umboða ymsu økini í Bretlandi og er partapolitiskt óheft.

Føroyska sendisstovan í London segði í tíðindaskrivi, at yvirskipaða endamálið er at fremja sínámillum kunning og samstarv. Ætlanin er, at nevndin skal arbeiða við felags áhugamálum sum til dømis fiskivinnufyrisiting, orku, ferðavinnu og umhvørvisbroytingum. Nevndarlimirnir kunnu eisini føra fram føroysk sjónarmið í House of Commons. Nevndin vil fegin hitta ráðharrar og politikarar úr Føroyum, tá tey vitja í Bretlandi, og hon fer væntandi eisini at samskifta við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum. Seinni vónar nevndin eisini at fáa høvi at koma á vitjan í Føroyum verður sagt í kunningini.

 

Sigmundur Ísfeld, sendimaður í London, frøist um, at góða sambandið, sum leingi hevur verið millum Føroyar og Bretland, nú er styrkt og komið í eina meira skipaða legu í bretska politiska kervinum.

 

Formaður í nevndini er Alistair Carmichael tingmaður fyri Hetland og Orknoyggjarnar. Varaformaður er Lord Faulkner of Worcester limur í House of Lords. Kassameistari er Sir Nicolas Winterton tingmaður og skrivari er Angus MacNeil tingmaður fyri Suðuroyggjarnar.

 

Vit kunnu ikki annað enn ynskja sendistovu okkara og annars uttanríkistænastuni her á landi tillukku og góða eydnu við hesum frálíka tiltaki. Hetta er týðandi liður í royndum okkara at gerast meira sjónlig sum serstøk tjóð og fólk í umheiminum, at byggja brýr millum londini bæði og annars at menna samstarvið á øllum økjum – við henda risastóra granna okkara.

 

Eingin ivi er um, at vit eitt nú á orku- og kolvetnisøkinum kunnu fáa stórt gagn av størri samskifti og samstarvi við Stórabretland. Her hugsa vit ikki minst um royndirnar at menna tann stóra og enn lítið útbygda oljulandslutin millum Hetland og Føroyar.

 

Áhugavert er annars at blaða í Sosialinum frá 90-árunum, tá Louis Wilson, pionerur og undangongumaður í stríðnum fyri føroyskum áhugamálum í Bretland vísti á nettup týdningin ein slík Føroyanevnd kundi hava. Nú er hon so veruleiki og vit ynskja henni góðan byrð.

 

Sosialurin