ODDAGREIN: Fólkið vrakaði fullveldi

Fólkatingsvalið í gjár var sera týð­u­ligt: Høgni Hoydal varð vig­a­ður og funn­in ov lætt­ur, og Tjóðveldi varð valt frá.
Sambandsflokkurin fekk eitt sera gott val, og fólk­­ið flutti seg við ris­a­­lop­­um frá full­veld­is­poli­tikk­i­­num, sum Tjóð­veld­is­flokk­ur­in – stuðl­aður av Fólkaflokkinum, Sjálv­stýr­is­flokk­i­num og Mið­flokkinum – setti á dagsskránna í 1998.

Fólkatingsvalið var eis­ini ein upp­gerð mill­um stjórn­ar­skip­an­ar­poli­tikk­in hjá Høgna Hoy­dal og stór­um pørt­um av løg­ting­i­num, ikki minst tí, sum Sjúrð­ur Skaale hev­ur víst á sein­astu mán­að­ir­nar, sum eis­ini var or­søk­in til, at hann saðl­aði um, vendi Tjóð­veldinum bak­­ið og fór upp í Javn­að­ar­flokk­in.

Soleiðis er fólkatingsvalið eisini søg­u­ligt. Vit skulu heili 30 ár aftur í tíðina – heilt aftur til fólkatingsvalið í 1981 – fyri at finna seinasta valið, har eitt sam­bands­um­boð og eitt javn­að­ar­um­boð varð valt á fólk­a­ting. Tað var tá sam­bands­stjørn­an æt Pauli Ell­ef­sen og tjóð­veld­is­stjørn­an æt Er­lend­ur Pat­urs­son. Sæð við tjóð­veld­is­brill­um, so eru vit bumb­að ein heil­an mans­ald­ur aft­ur í tíðina.

Veruleikin er kortini ikki so ein­fald­ur, at alt sum Tjóð­veldi – og fyrr­ver­andi full­veld­is­vong­ur­i­n – hev­ur stað­ið fyri, er kveistr­að til viks. Tvørt­ur­í­móti hava flestu flokk­ar tik­ið part­ar av tí kons­ens­us­pol­i­tikki, sum er sprott­in úr hes­um ar­beið­ið til sín, með­an Tjóð­veldi hev­ur stað­ið fast við, at einki ber til utt­an loys­ing­in – at vit fáa fult tjóð­ar­frælsi, fullveldi.

Konfrontatiónsleiðin hjá Tjóð­veld­i­num er vra­k­að av fólk­i­num. Veru­leik­in er ikki svart/hvítur, men rætt­i­liga nu­an­ser­að­ur.
Eingin tosar tó um at fara aft­ur í tíð­ina, at hækka blokkin og so­leið­is binda okkum tættari at Dan­mark, tó at arg­u­ment­a­ti­ón­in hjá Sam­bands­flokk­i­num við­hvørt ber á tað borð­ið. Vit skulu hava í huga, at sjálvt Sam­bands­flokk­ur­in ikki í álv­ara tos­ar um at hækka blokk­in aft­­ur til tað, hann var, men held­ur tos­­ar um at tiðna blokk­stuðulin upp­aft­ur. Hóast hetta kann tykj­ast sum bak­vend­ur pol­i­tikk­ur, so hev­ur Sam­bands­flokk­ur­in eitt po­eng í hes­um. Og tað er, at fast­fryst­ing­in er ein før­oysk av­gerð – og at »tiðn­in­g­in« eis­ini verð­ur ein før­oysk av­gerð, tí vit hava rætt til hes­ar peng­ar, men vilja ikki hava teir. Hetta snýr seg um prís­tals­við­gerð­ina av blokk­i­num. Við at lata hann standa í stað, so minkar hann – og sum frá líð­ur burtur í einki.

Tað sum stendur rimm­ar­fast eft­ir fólk­a­tings­val­ið er, at vit skulu ganga ta hó­ligu leið­ina í stjórn­ar­mál­i­num. Tí eig­ur Tjóð­veldi at taka í egnan barm nú og vísa, at flokk­ur­in er ein prag­mat­isk­ur flokk­ur, sum vil finna loysn­ir held­ur enn kon­fronta­ti­ón.