Oddagrein· Fólkið vil hava B og C vitaminir

Eins og undan seinasta vali hevur Sosialurin saman við Fynd og í samstarvi við Føroya Tele gjørt eina stóra veljarakanning. Tað eru næmingar úr studentaskúlanum á Kambsdali og við HF-skeiðið í Klaksvík, sum hava spurt umleið 3000 veljarar í øllum teimum sjey valdømunum. Í mun til tær veljarakanningar, sum vit javnan hoyra um, so er henda so nógv størri. Til tær minni kanningarnar verða millum 400 og 500 fólk spurd.

Nú skulu allar veljarakanningar takast við fyrivarni, men neyvan kemur ein nærri einum valúrsliti enn við so stórari kanning. Men av tí at flokkar liggja so tætt ir í fleiri valdømum kann tingmannabýtið sjálvandi broytast. Og bara ein lítil broyting í tingmannatalinum kann geva heilt aðrar samgongumøguleikar.

Sambart kanningini, sum varð gjørd á HF-skeiðnum og hølunum hjá Føroya Tele í Klaksvík hóskvø ldið, missir samgongan sín meiriluta. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
fáa 18 tingfólk og harvið avgjørdan meiriluta. Taka vit einstøku flokkarnar er stóri vinnarin Sambandsflokkurin og stóri taparin Tjóðveldisflokkurin Sambandsflokkurin fær 10 tingfólk. Næstur honum er Javnaðarflokkurin við 8 tingfólkum. Fólkaflokkurin fær 6 tingfólk og Tjóðveldisflokkurin somuleiðis 6. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin fáa hvør sín løgtingslim. Stuttligi flokkurin er ov stuttur.

Hyggja vit nærri at valdømunum sæst, at her er sera tætt millum fleiri av flokkunum. Eitt nú í Vágum, í Norðoyggjum, í Norðstreymoy, Sandoynni og í Suðuroynni. Stóri spurningurin er, um tað eydnast B at fáa umboð í Norðoyggjum, og um flokkurin klárar at fáa tvey umdømisvald í Vágum og í Suðri. E stendur so til at missa umdømisvald bæði í Suðri, Sandoynni og í Suðurstreymi men kann so vinna aftur umboð við eykavaldum.

Einki er at ivast í, at tað er óttin og ótryggleikin, sum undanfarnu samgongur hava skapt, ið fáa veljarar at streyma í hitt borðið, serliga tilB. Áhugaverdi spurningurin er so, um tað fer at eydnast C at lofta fleiri av hesum veljarum. Tí verður tað sera áhugavert at fylgja valstríðnum og vita, um tað fer at eydnast C at draga til sín nógvar av teimum óttafullu veljaranum, sum fullveldisrákið hevur skapt. Er tað hugsandi, at C við at vísa á stabilietet heldur enn svart kontra hvítt (antin ella) politikkin hjá B kann fáa so frægt av veljarum aftrat, at hann verður líka stórur sum B ella størri ? um tølini laga seg so ? tvs. um hann verður so heppin at klára at vinna mest møguligar umdømisvaldar td. at vinna mannin aftur í Norðstreymi, fáa annan mannin í Vágum og triðja í Suðri. Tá verður hann brádliga stóri vinnarin. Hetta man vera ein ynskistøða hjá Javnaðarflokkinum.

Men tølini, marginalarnir kunnu eisini gera, at B fær 11. mannin. So sluttspurturin í valstríðnum kann væl gerast ein kampur millum B og C um at fáa flestu og mest bíligu tingmenninar. Neyvan fara A og E bara at standa og hyggja at men gera alt fyri at fáa tær atkvøðurnar, ið resta í at fáa serligu bíligu tingmenninar í sín lut. Alt bendir á, at vit fáa eitt dramatiskt og sera spennandi val.

Nú er ein vika til valið. Einki er at ivast í, at veljarakanningin, sum vit í dag kunngera, fer at ávirka. Spurningurin er so, hvørjum hon fer at taka luftina úr, og hvør fer at fáa eyka vind í seglini. Týsdagin fáa vit at síggja, hvussu stórar broytingarnar hava verið, síðani fólkið talaði í stóru kanningini hóskvøldið.

Sosialurin