Oddagrein· Fólkatingsvalið

So kom fólkatingsvalið í Danmark, og verður tað sum kunnugt tann 13. november. Valið kemur ikki óvæntað sum snarljós frá heiðum himni. Bakstøðið fyri valinum er áhugavert. Her er ikki talan um, at parlamentariska støðið rillar ella, at stjórnin hevur rent seg fasta. Danska stjórnin hevur eitt rættiliga trygt parlamentariskt støði við danska fólkaflokkinum sum stuðulsflokki. Hóast hetta støðið hevur ekvt til nakrar trupulleikar serstaliga við tey konservativu, og hertil alt fram ein heilt nýggja flokk Ny Alliance, so er tað ikki hesi viðurskifti, ið hava gjørt, at forsætisráðharrin nú loksins skrivaði valið út.

Orsøkirnar til valið eru fleiri og nakrar av teimum koma, so løgið tað ljóðar av, at tað búskaparliga gongur heilt óvanliga væl í Danmark. Hetta hevur elvt til eitt drúgvt og mangan ógvusligt orðaskifti og tvídrátt í samfelagnum um fordeilingspolitikkin. Hvussu skal ríkidømið býtast. Við øðrum orðum er vælferðin, sum fyri bert fáum árum síðan var eitt fý-orð hjá teimum borgarligu vorðin eitt hot evni. Nú yvirbjóða allir flokkar hvønn annan við vælferðartilboðum til barnafmiljur, gomul og ung. Men eisini onnur evni eru heit í hesum høpi sum t.d. almenni sektorin, sum er niðurpíndur, globaliseringin, krígsluttøkan, ES, innflytararmálið og ikki um at tala skattapolitikkurin. Tað er í skrivandi stund ógjørligt at meta um úrslitið, men okkurt bendir á, at sama stjórninn heldur fram. Hvussu ávirkar valið so føroyskan politikk? Fyrst og fremst er valið eitt einastandandi høvi at fáa eina álítanadi mynd av løgtingsvalinum í janaur 2008. Hetta er ivaleyst besta Gullupkanning, ein kann hugsa sær. Flokkarnir fara tí ivaleyst at leggja óvanliga nógva orku í at vinna fólkatingsvalið. Hetta fer uttan iva eisini at ávirka útlitini fyri einum løgtingsvali í ótíð. Flokkarnir megna valla at skipa fyri tveimum valstríðum her og nú, so løgtingsvalið verður helst útskrivað eftir vallógini, og tað skuldi so verið tann 8. desember. Tá fer valstríðið í gongd av álvara og alt tingarbeiði verður niðurlagt. Støðan er áhugaverd, tí fólkatingsvalið verður eitt slag av generalframførslu til løgtingsvalið. Vit fáa at síggja, hvørji valevni, ið verða førd fram og vit fáa at síggja, hvørji mál flokkarnir leggja doyin á – samanumtikið ein áhugaverd venjing, tó at tað er sera óheppið at fáa eitt fólkatingsval, áðrenn eitt løgtingsval . Tað átti at verið øvugt, tí tað er løgtingið, sum er okkara tjóðarting og ikki danska fólkatingið. Meira um hetta í fríggjadagsblaðnum. Sosialurin