Oddagrein.Fólkafloksuppíblandan

Framferðin hjá Bjarna Djurholm í málinum viðvíkjandi Framtaksgrunninum vekir einki álit hvørki í Føroyum ella uttanlands. Politisk uppíblanding beint uppundir val er av tí illa, serliga tá tað m.a. snýr seg um Føroya stórstu útflutningsfyritøku.



Nú er tað ikki rætt bert at lasta Bjarna Djurholm fyri hesa skeivu mannagongd. Bjarni Djurholm umboðar ein flokk og ikki minst eina samgongu. Er tað so, at Bjarni Djurholm hevur tikið avgerðirnar viðvíkjandi Framtkasgrunninum púra einsamallur, ella kann tað hugsast, at leiðslan í Fólkaflokkinum hevur tikið hesa avgerð? Um so er, so vita vit, hvat klokkan er sligin. Hava samgongufelagarnir einka at skulla sagt í hesum máli?

Tey flestu eru í hvussu so er samd um, at tað er óheppið, at ein landstýrismaður skal velja nevndina í Framtaksgrunninum hvørt ár. Hetta varð innført av m.a. Fólkaflokkinum, ið var sera atfinningarsamur móti Sverra Hansen fyrrverandi formanni í Framtaksgrunninum, men ikki sluppu teir eftir honum, tí hann var valdur í eitt áramál.

Hvat liggur aftanfyri undarligu atferðina hjá Fólkaflokkinum nú beint uppundir val? Vilja teir sleppa framat fatinum aftur? Fólkaflokkurin var altíð ímóti Fiskavirking ? væl at merkja aftaná, at landið hevði verið við til at sanera virkini, sum nú er Fiskavirking.

Føroyska fiskivinnan er vorðin ríkari av Fiskavirking loysnini, men tann vardi verkstaðurin hon plagdi at vera, og tann varda skipanin, vit hava í fiskiflotanum ger, at menn kunnu fella aftur í gamlar óvanar.

Tað kann ikki verða so týdningarmikið fyri raksturin av einum virki, hvør partaeigarin er. Sum nú er eigur Framtaksgrunnurin og harvið skattgjaldarin Fiskavirking, og virkið er væl rikið. Tað má ikki henda, at alt verður brotið niður aftur, sum er bygt upp, tí menn vilja petta alt sundur aftur og innføra ein vardan verkstað. Hava menn hug at stovna flakavirki, so lat teir uttan landskassans hjálp ? tað stendur einum og hvørjum frítt í dag.

Sosialurin