Men tað eiga eisini at vera aðrir hættir at røkka hesum málum, enn einvíst at hækka prísirnar, soleiðis at stóra maskinaríið hjá SEV kann mala runt.
Formaðurin fyri stýrið segði herfyri í miðlunum, at einasti møguleikin, sum SEV hevði, um fíggjarstøðan skuldi haldast forsvarlig, var at hækka prísirnar, og bara tann útsøgnin í sjálvum sær sigur meira enn gott er um ein tungan almennan stovn, sum ongantíð hevur verið partur av nakrari trimming yvirhøvur.
Privata vinnan kennir tað á kroppinum, hvørja ferð ein ferðil av kreppu er í landinum. Fólk verða uppsøgd, og skerjingar verða gjørdar har, sum tær á nakran hátt kunnu gerast, soleiðis at útreiðslurnar verða hildnar niðan fyri inntøkurnar. Tað sama er hent hjá teimum almennu fyritøkum, sum eru privatiseraðar seinnu árini. Eitt nú hava Posta og Føroya Tele bæði verið ígjøgnum fleiri spariumfør seinnu árini. Og hóast tað ikki er nøkur hugalig staðfesting, so hava hesi spariumfør verið neyðug fyri at skilbøta raksturin.
Men hjá almenna mastodontinum, sum heldur til við Landavegin í Havn, tykjast orð sum rationaliseringar, skerjingar og sparingar ikki at vera serliga væl lýdd. Neyvan er tað so, at allar hugsandi sparingar longu eru framdar, og at stovnurin tí er so effektivur, sum hann á nakran hátt kann verða. Men kortini hava vit ongantíð hoyrt um sparingar hjá SEV. Tvørtur ímóti eru føtur settar í spenni, tá onnur vilja sleppa á kervið hjá SEV at framleiða – enntá framleiða bíligari enn SEV.
Sum skilst ætlar leiðslan í SEV á aðalfundinum í morgin, at fundurin skal samtykkja sama uppskot, sum fall á seinasta aðalfundi. Tað er ikki nóg gott, um leiðslan als ikki kemur við nøkrum spariætlanum, so sum hon varð biðin um á aðalfundinum í november, tá uppskotið um príshækkingina varð strikað.
Okkara ráð til kommunurnar, sum eiga SEV, eru tí, at stovnurin fyrst av øllum eigur at rationalisera raksturin. Gev samstundis stovninum ta kapping, sum er neyðug fyri at tryggja effektivitet og framburð.
Tá høvdu vit uttan iva fingið ein stovn, sum gjørdist munandi bíligari í rakstri. Ja, kanska somikið, at endaprísurin mótvegis brúkaranum varð lækkaður heldur enn hækkaður.