Skipanin, har landsstýrismaðurin skal góðkenna sáttmálarnar hjá SEV, má antin avskaffast, ella má Fíggjarmálaráðið við í samráðingarnar. Tað ber ikki til, at man letur tveir partar samráða seg fram til eitt úrslit, fyri bert at kolldøma hetta úrslit, ið enntá var eitt semingsuppskot, ið báðir partar góðtóku. Hví ikki bara strika ásetingina um, at landstýrismaðurin skal góðkenna sáttmálarnir hjá SEV og útdelegera hetta fult og heilt til SEV og kommunurnar, ið eiga og reka SEV?
Um hetta var gjørt, so kundi landstýrismáðurin stitið á síðulinjuni og kritisera úrslitið hjá SEV, eins og øll hini, uttan tó at eiga nakað í tí, og kundi tí farið til samráðingar í heyst við einum blankum arki.
Seinastu árini er tað vorðið so, at øll fakfeløgini fáa at kalla tað sama í prosentvísari lønarhækkan hvørt ár. Soleiðis var tað ikki fyrr, og ilt er at síggja, hví tað skal verða so. Um alt skal fáa tað sama, so er eingin grund til at hava samráðingar við ymisk fakfeløg. At vit hava ymisk fakfeløg á arbeiðsmarknaðinum er júst tí, at tað til eina og hvørja tíð vilja verða ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi hjá ymiskum fakbólkum. Tað kann til dømis verða talan um kapping frá til dømis reiðaríum, sum eigur at verða umhugsað, tá ein tosar um Maskinmeistarafelagið. Eisini kann talan verða um førleikabroyting í ávísum fakbólkum o.s.fr.
Sjálvandi skal landsins búskaparliga støða takast við hjá øllum pørtum. Henda støðan er ikki góð í løtuni, og tykist privati arbeiðsmarknaðurin hava tikið hetta til eftirtektar og hevur handlað hareftir. Trýstið á almenna sektorin økist hvønn dag. Vit síggja, at tað tykist verða trupult at kanalisera almennar pengar út til tær tænastur, ið røkka borgaran, hóast umsitingin av hesum tænastum ikki tykist minka. Her má okkurt henda komandi árini, sum ger tað bíligari at umsita tær grundleggjandi vælferðartæanstur, ið borgarin betalir sín skatt fyri, og tí er ilt at síggja stórar almennar lønarhækkingar fyri sær.
Sum áður nevnt, so kemur kappingin um maskinmeistarar í høvuðsheitinum ikki frá øðrum almennum stovnum, men heldur frá flotanum og útlendskum skipum. Tí er eingin verðsins grund til, at Maskinmeistarafelagið skal bindast til at fylgjast við restina av almenna arbeiðsmarknaðinum.
Tað er ein brølari, at Landstýrið alment sigur, at sáttmálin millum SEV og Maskinmeistarnar leggur støðið fyri hinar. Hví? Hvat er hetta fyri nakað, at allir bólkar partú skulu fylgjast at? Tað kunnu vera ár, har onkur fær meir, fyri síðan at fáa minni okkurt annað ár. Tað er ein spurningur um samráðingarrættin, og ikki sum nú, har lægsti felagsnevnari skal diktera alt annað. Um SEV t.d. eitt árið misti allar maskimeistarnar til nótaflotan, so mátti felagið betalt meir, fyri at behildið hesi fólk, uttan at hvør fulltrúi hjá landinum nýttist at fylgja við.
Sosialurin