Oddagrein·Er alternativið svart samband?

Tá sokallaða fíggjarlógin varð samtykt áðrenn jól, segði Torbjørn Jacobsen fíggjarnevndarlimur, at alternativið til semjuna um fíggjarlógina var "svart samband". Fyrst er at siga, at vit síggja, hvussu nógv semjan er verd. Longu nú fyrst í januar mánaði byrja samgongulimir at tosa um eykajáttanarlógir. Hetta tos fer ivaleyst at vinda upaftur meira uppá seg, tá asosiala ávirkanin av fíggjarlógini fyri 2003 fer at síggjast.

Umsitingina gjørdu teir einki við, hóast serliga tjóðveldismenn rópa upp um, at almenni sektorurin í Føroyum er alt ov stórur, tí at vit fáa blokkstuðul. Hetta er skeivt. Almenni sektorurin ? og her hugsa vit um miðfyrisitingina ? er alt ov stórur, tí at samgongan undir borgarligari leiðslu hevur latið umsitingina bólgnað upp, soleiðis at hon er tíggjutals milliónir dýrkað síðani 1998. Hetta hevur einki við blokkstuðulin at gera, men bert við manglandi føroyskari stýring.

Um vit nú venda aftur til orðini hjá Torbjørn Jacobsen um, hvat alternativið til sitandi samgongu er, so er at siga, at sitandi samgonga er ein heimastýrissamgonga, ið kanska enntá hoyrir til tær minni yvirtøkuhugaðu søguliga sæð.

Hendan samgongan fer ikki at yvirtaka løgregluna, tí tað stendur greitt í samgonguskjalinum, at hetta bert skal fyrireikast í hesum valskeiðnum. Fólkakirkjan, ið skal yvirtakast í hesum valskeiðnum, kemur ongan veg. Handalagið tykist vera sera vánaligt, og kann hetta geva ein illgruna um, at har, sum yngra ættarliðið í Tjóðveldisflokkinum sleppur framat, endar alt í rok og klandri, uttan at stórvegis ítøkiligt kemur burturúr. Man hevur kappað á stokkinum við allar teir gomlu, sum sótu við nógvum royndum m.a. um konsensus og at loysa stórmál í breiðum semjum.

Fólkakirkjan kundi verið yvirtikin av andstøðuni við nógv betur handalagi, enn samgongan megnar. Tað er klárt, at ein yvirtikin kirkja má vera í sama líki sum nú, har statsins partur fer á fíggjarlógina. Um man bíðar eftir, at politikarar, fríkirkjufólk og prestar semjast, so verður kirkjan ikki yvirtikin í okkara tíð, tí hesir bólkar semjast ongantíð. Tá tað er sagt, so skulu sjálvandi bispur og prestar takast uppá ráð viðvíkjandi tí reint praktiska viðvíkjandi einari yvirtøku.

Flestu yvirtøkur og framstig annars á sjálvstýrisleið í Føroyum eru hend undir javnaðarleiðslu. Hetta er eitt søguligt faktum, ið sjálvt Torbjørn Jacobsen má fyrihalda seg til. Alternativið til núverandi heimstýrissamgongu við fáum yvirtøkum við vánaligum handalagi og einari fíggjarlóg við borgarligari slagsíðu, er ein samgonga við fleiri yvirtøkum við betri handalagi og einari solidariskari fíggjarlóg. Vit eru jú øll, inklusiv Tjóðveldisflokkurin, samd um at vera innanfyri Ríkisfelagsskapin tey næstu árini ? ella hvussu?

Sosialurin