Heimssamfelagið hevur lítið og einki megnað í hesi ræðuligu støðu. ST hevur undir leiðslu av diplomatiska úrmælinginum, Jan Egeland, varamanni aðalskrivarans, í áravís roynt semju og roynt at fáa stórveldini at taka ábyrgd. Áhugin hevur verið lítil og hugurin hevur verið minni. Fyri tveimum árum síðan boðaði Tony Blair í veldugari røðu frá, at nú fór Bretland at seta seg á odda fyri einum átaki hjá vesturheiminum til tess at hjálpa Afrika. Hjálpin skuldi snúgva seg um alt frá búskapi og heilsu til politikk og diplomati. Tvey ár eftir ber til at staðfesta, at burtur úr hesum átaki kom bert eittans ítøkiligt úrslit: heilivágprísirnir vórðu lækkaðir til eitt støði, sum Afrika megnar at rinda. Alt gott um hetta, men annars hendi púrt einki. Bretland og USA, sum eru einastu vesturlond, ið kunnu gera mun, høvdu hendurnar fullar í Irak.
Men nú er so vend komin í takkað verið einum veldugum og dugnaligum diplomatiskum átaki hjá ST bakkað upp av ES og rætt skal vera rætt: USA. Tað má tó eisini vera loyvt at nevna, at vaksandi áhugi og hjávera Kinas í Sudan og øðrum afrikanskum londum hevur skundað undir tilgongdina. Loysnin er eitt blandað friðarherlið við seytjantúsund vælútgjørdum hermonnum úr afrikansku samgonguni og ST undir leiðslu av ST yvirmonnum. Hetta halda eygleiðarar vera eina sera skilagóða og haldgóða loysn – eina loysn, sum kann bjarga fólkinum í Darfur og bjarga æru vesturheimsins. Her er fyri fyrstu ferð talan um eitt herlið við myndugleika at nýta hermegi og sum skal hava góða og nútímans útgerð bæði til flutnings og verju. Hetta er eisini ein fortreytin fyri, at matur og onnur hjálp skal røkka teimum neyðstøddu og hetta er neyðugt til tess at verja hjálparliðini. Samantikið tykist her vera talan um ein góða søgu.
Sosialurin










