Oddagrein· Eitt virkið og gott samfelag

Ikki kann sigast annað um Føroyar og føroyingar, at hetta er eitt sera virkið samfelag og eitt sera virkið fólk. Tað fer ikki dagur, at tað verður skipað fyri tiltøkum av alskyns slag, í bygd og bý. Hóast vit eru fá og smá, so er tað ikki júst hetta, sum sermerkir okkum. Tvørturímóti boða tey mongu og fjølbroyttu tiltøkini kring alt landið frá, at her býr eitt virkið og livandi fólk, eitt fólk, sum hevur bjartskygni og áhuga í skjøldri. Eitt gott og stórt fólk.

Hví júst nema við henda spurningin í hesum døgum kundi verið spurt, tí tað nógva virksemi kring landið alt er nærum hvønndagshending. Einki sermerkt er tí við júst nú at reksa upp nógva virksemi, sum er alt árið. Rætt er tað, men lat okkum kortini tríva eitt sindur í hesar hvønndagshendingar ella afturvendandi hendingar, og spyrja okkum sjálvi, hvønn týdning tær hava ella eiga at hava.

Føroyar eru ikki størri enn ein lítil býur ella bygd í øðrum landi, hvat fólkatali viðvíkur, og tí skuldi ein trúð, at her var kanska ikki so nógv at fara til, ikki so nógv at tríva í. Hetta er bara ikki so. Hóast skjótt er at fara um landið alt, so tykist tað kortini sum, at hvørt búpláss hevur sín samleika og síni sermerki. Hevur sítt egna virkna lív. Hvør bygd hevur síni mongu ítróttarfeløg, síni mongu tónleika- og -listafeløg og annars áhugafeløg av alskyns slag. Bløðini og útvarpið boða hvønn dag frá hendingum og tiltøkum av øllum hugsandi slag, so kallendarin hjá mongum av okkum er fullur. Hvør skuldi trúð tí, nú sjónvarpsøldin av álvara ger um seg og har til ber at síggja hundraðtals filmar og sendingar als samdøgrið. Heldur ikki hesin avbjóðarin hevur megnað at taka egið virkisfýsni frá fólki, sum framhaldandi íðka og dyrka síni mongu og fjølbroyttu áhugamál. Og gott er tað.

Taka vit hesar dagarnar og teir komandi, so er skráin fjølbroytt. Hondbóltur og flogbóltur fyri bert at nevna tvær ítróttargreinar. Samfelagsmøti og kristiligar fundarrøðir. Dansiskeið og samskiftisskeið. Sjónleikur og listaframsýningar. Vinnudagur og ráðstevnur, eitt nú um almannaverkini í Norðurlondum, um sálarsjúku, um skeljadjór, um sjúkrarøkt, um teldutøkni, um olju, um skúla, "you name it". Og so teir mongu gestirnir, sum koma henda vegin at halda fyrilestrar og luttaka í skeiðum ol.

Jú Føroyar eru eitt gott og livandi land at búgva í. Tí er tað hugstoytt og stórt spell, at okkara politiska veðurlag, við sínum mongu myrku skíggjum, so oftani fær mjørkalagt henda positiva veruleika og oftani fær fólk, sum annars kenna seg sum góðar starvsfelagar, vinir, grannar og ættfrændir at venda sær móti hvør øðrum. Vit búgva í einum samfelag, har fólk kunnu hava ymisk og fjølbroytt sjónarmið. Tað er m.a. við tí veruleika, at vit eisini eiga at gleðast um alt hetta nógva virksemi og skapanarhug, tí tað ber boð um eitt livandi samfelag, eitt livandi fólk. Latið tí ikki ósemjuna og ónøgdina fáa fastatøkur í fólkinum. Latið okkum brúka skapanarevnini og hugflogið og tann positiva og virkna gerandisdagin og næstrakærleikan til at byggja brýr millum ósemju og ónøgd og ymiskar áskoðanir. Tí - tað skal vera pláss fyri okkum øllum á hesum klettum.

Sosialurin