ODDAGREIN: Eitt valdømi – setir stór krøv til flokkarnar

Løgtingsformaður váttar fyri Sosialinum í dag, at meiriluti er í formanskapi løgtingsins fyri, at umsitingin hjá løgtinginum skal fyrireika eitt uppskot um at gera Føroyar til eitt valdømi

Mikið kjak er javnan um hetta mál, og eingin flokkur og eingin samgonga megnar at finna eina semju. Heldur ikki formansskapurin í løgtinginum, men við tað, at tveir av teimum fýra limunum í formansskapinum eru ímóti, meðan hinir báðir, har formaðurin er sjálvurannar eru fyri, telur atkvøða formansins meira, og tí er meiriluti í formansskapinum fyri hesum.

 

Vit skulu ikki á hesum stað gera okkum til talsfólk fyri, hvat er tann mest demokratiskt rætta valskipanin. Men vit halda tó, at tíðin er farin frá skipanini við teimum sjey valdømunum.

 

Við støðugt útbygda samferðslukervinum er samfelagið broytt sera nógv, eins og kommunusamleggingar eisini eru farnar fram yvir valdømismørk.

 

Tí er tað helst rætt at broyta skipanina – og hví so ikki gera alt landið til eitt valdømi? Tá fáa allir borgarar høvi at velja tað valevni, teimum líkar best. Norðoyingar kunnu t. d. velja Jóannes Eidesgaard, meðan suðuroyingar kunnu velja Anfinn Kallsberg.

 

Hinvegin setir hetta sera stór krøv til politisku flokkarnar. Sum organisationir virka flokkarnir ikki væl. Hóast munandi ábøtur eru gjørdar seinastu árini, har flokkarnir fáa almennar pengar til rakstur, so kunnu vit enn ikki siga, at nakað av floksapparatunum virka til fulnar.

 

Um so var, at flokkarnir og valfeløgini virkaðu væl, so hevði eisini borið til at broytt uppstillingina soleiðis, at flokkarnir høvdu størri ávirkan á, hvør varð valdur. Í grannalondum er tað flokkurin og valfelagið, sum stillar valevni upp í nummarrøð, og so verður tað fyrst nummar eitt, sum verður valdur. Fær flokkurin tvey umboð í valdøminum, so kemur nummar tvey á listanum eisini inn o. s. fr. Henda skipan verður t. d. brúkt í Íslandi, men eisini í USA, har flokslimir hjá Demokratunum og Republikanarunum um skamma stund skulu kjósa sær forsetavalevni.

 

Tað er hugaligt, at tað tykist at verða meiriluti á tingi fyri at broyta valskipanina. Men okkara kosnu menn og kvinnur áttu í sama viðfangi at styrkt og ment politisku floksorganisatiónirnar.