Oddagrein: Eitt stig til vinstru

Nýggja CHE samgongan hevur sett sær sera stór og høg mál, ið, um hesi mál verða rokkin, fara at flyta Føroyar til vinstru. Ynski um meira almenna stýring av at kalla øllum samfelagsøkjum tykist liggja frammalaga. Tað verður sostatt ikki spurningurin um fullveldi ella samríki, sum fer at skilja, men heldur spurningurin um leiklut hins almenna í samfelagsmenningini. Samgongan setir sær nógv og høg mál, ið snúgva seg um sosialar reformar, vinnuliga nýmenning við burturbeining av forðingum fyri gagnýtslu av alheimsgerðini eins og búskaparligar langtíðarætlanir skulu skapa burðardyggan vøkstur og sum frá líður skulu gera føroyska búskapin óheftan. Sum nakað nýtt verða útbúgving, mentan og gransking høgt raðfest, og hetta er sera áhugavert.. Onnur raðfest øki eru stjórnarskipan, heilsupolitikkur, orka og umhvørvi umframt átøk til økismenning og broytingar í kommunubygnaði. Í stjórnargrundarlagunum er eisini ásett, hvussu røkkast skal á hesi mál nevniliga við tjóðarsemjum, samráðingum við avvarandi felagsskapir og langtíðarætlanum fyri stórar íløgur. Hartil eru sjálvstýrismál, sum vera man, frammalaga raðfest.

 

Samantikið eitt sera áhugavert stjórnargrundarlag við hugskotum og tættum úr Visjón 2015, samstundis sum politiska hugagóðsið minnir eitt sindur um politisku heimspekina aftan fyri samgonguna frá 1973 til 1980, serstakliga turkatrúgvin á almenna stýring, eftirlit, planlegging og myndan av nýggjum grunnum, ráðum og nevndum. Soleiðis kann samgonguskjalið við neyðugum fyrivarni metast sum eitt andsvar, ein reaktión til tann politikk, sum eftir kreppuna slepti marknaðarkreftunum leysum í Føroyum. Hesin politikkur hevur elvt til stóran ójavna í samfelagnum, eitt nú á vinnuøkinum, skattaøkinum, almannaøkinum og bústaðarøkinum – ein ójavna sum í seinastuni eisini hevur rakt ta meðalstætt, sum allir tríggir samgonguflokkar fríggja til. Sum heild eitt sera áhugavert og øðrvísi politiskt útspæl. Eftir stendur tann stóri spurningurin, hvørjar møguleikar samgongan hevur at røkka málunum. Her hevur samgongan álagt sær sjálvum eina orðing við ásetingini um, at politisku átøkini, sum samgonguskjalið nevnir, eru øll bundin at fíggjar- og búskaparstøðuni. Her hevur Miðflokkurin fingið einaræðisrætt til hond- og fótbremsur. Vit venda aftur til stjórnargrundarlagið, málsbýtini og samgonguna sum heild í komandi oddagreinum.

 

Sosialurin