Væl vita vit øll, at vit hava myrkar kreftir, sum við hond og fót mótarbeiða øllum framstigum í høvuðsstaðnum. Tú freistast at hugsa, at hjá mongum av hesum myrku kreftum snýr tað seg meira um, at tað skal vera líka keðiligt í Havn, sum onkra aðrastaðni í landinum, og tí skulu øll framstig køvast – um tey lívga ov nógv høvuðsstaðnum, hóast tey eru ætlað heildini av Føroya fólki.
Tí kunnu vit ikki vera annað enn samd við landsstýriskvinnuni, sum finst at samgogufeløgunum hjá sær, sum seinastu tíðina eru farnir at birta upp undir eitt politiskt stríð um at minka ella púrasta at sleppa ætlanini um Marknagilsdepilin.
Tveir tingmenn vóru frammi fyri jól, nýggi borgarstjórin í Klaksvík og ungi tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum. Teirra útsøgnir vóru ikki serliga væl undirbygdar – men tær hava tó fest í hjá fíggjarnevndarformanninum, sum nú opið tosar um at steðga ætlanini og lata tær góðu 40 milliónirnar, sum longu eru brúktar, fara fyri skeytið.
Tað er hugstoytt at síggja, at okkara politiska skipan er so veik, at hon illa klárar at standa saman um eina slíka verkætlan. Tess meira harmuligt er tað, at skattaborgarans peningur verður so illa umsitin, at politikarar í rámasta álvara tosa um soleiðis at spilla burtur tíggjutals milliónir.
At tosa um ein altjóða universitet er sjálvandi gott. Men tað er ikki rætt at tengja tað saman við eini miðnámsskúlaverkætlan, sum skal svíða fyri tað. Brúktar eru yvir 40 milliónir krónur til endamálið. Alt tos um at broyta kós er bara fyri at grugga málið, ella at spenna bein fyri verkætlanini.
Politikararnir eiga nú at vísa, hvør stirðil er í teimum, og at vísa, at teir eru førir fyri at bera eina slíka verkætlan ígjøgnum.
Svarta afturhaldstosið førir onga leið. Sjálvandi skal skil vera í – eisini fíggjarliga. Tað er skylda hjá politisku skipanini at tryggja, at so er. Fremjið so hesa verkætlan, sum fer at hava so stóra og positiva ávirkan á okkara lesandi ungdóm til gangs fyri okkum øll.